Góðkenningar

Bilstólar skulu í Føroyum hava eina evropeiska góðkenning, t.e. eina E-góðkenning við ECE 44-03, ECE 44-04 ella i-Size. Fyri fastmonteraðar bilstólar eitur góðkenningin ECE (R) 44-05.  ”E”-ið kann eisini verða skrivað sum eitt lítið ”e”. Finn E-merkið og tryggja tær, at tvey tey fystu tølini undir/aftan á E-merkið eru 03, 04 ella 05, ella at stólurin er merktur við i-Size, sum er nýggj bilstólagóðkenning. Hevur stólurin ikki góðkenningarmerki, eigur tú ikki at nýta hann.

 

Bilstólur og bilur skulu hóska saman

Legg til merkis, at allir bilstólar ikki kunnu nýtast í øllum bilum, og bilstólarnir eru ofta bert góðkendir til ávís pláss í bilinum. Tí er sera umráðandi at tryggja sær, at bilstólur og bilur hóska saman. Spyr sølufólkið um tað.

 

Spenn bilstól og barn rætt

Ein góðkenning av trygdarútgerð hevur bert virði, um útgerðin verður nýtt rætt. Kanningar í grannalondum okkara vísa, at meira enn helmingurin av øllum bilstólum eru skeivt festir í bilinum, tí er sera týdningarmikið altíð at lesa nýtsluleiðbeiningina til bilstólin.