Isofix

Isofix er ein serstøk skipan til at spenna ein bilstól í bilin uttan trygdarbelti. Í staðin fyri at spenna bilstólin fastan við trygdarbeltinum í bilinum, kanst tú við isofix klikkja stólin í tvey metallfesti, sum eru fjald millum stólabakið og setrið í bilinum. Harumframt hevur isofix-bilstólurin ofta eitt triðja stuðulspunkt – vanliga eitt stuðulsbein, sum stuðlar niður á gólvið í bilinum. Framvendir isofix-bilstólar skulu ofta festast við einum stroppi (tether) afturum stólaryggin á bilinum.

 

Bilstólar fáast bæði við og uttan isofix. Nýggir bilar hava flestallir isofix, og mælt verður til at nýta isofix-bilstól, um bilurin hevur hesa skipan. Isofix-bilstólar eru vanliga lættir at festa í bilin, og vandin fyri at festa stólin skeivt er lítil.