Soleiðis spennir tú barnið

Spenn stólin fastan

Tá tú spennir bilstólin í bilin við vanligum trygdarbelti, skalt tú minnast til at spenna stólin heilt fastan. Bilstólar eru ymiskir, so kanna altíð nýtsluleiðbeiningina fyri at vita, hvussu tú eigur at gera. Ansa eftir, at trygdarbeltið er heilt stramt og liggur rætt gjøgnum spenni o.s.fr.

 

Trygdarbeltið skal sita rætt á bilpútuni

Hevur tú eitt stórt barn, sum sjálvt bindur seg í trygdarbeltið, lær so barnið at leggja trygdarbeltið undir beltistýrið (smáu armarnar) báðu megin á bilpútuni og at stramma trygdarbeltið. Kanna altíð eftir, um barnið hevur bundið seg rætt, áðrenn tit fara avstað í bilinum.

 

Skeivt: Trygdarbeltið liggur omaná beltistýrinum (smáu ørmunum á bilpútuni).

Rætt: Trygdarbeltið liggur undir beltistýrinum (smáu ørmunum á bilpútuni).

 

Stramma trygdarbeltið

Trygdarbeltið má ikki sita ov leyst, men skal vera so stramt, at tú júst fært eina flata hond millum beltið og barnið. Um trygdarbeltið ikki er nóg stramt, er vandi fyri, at beltið ikki megnar at halda barninum, um eitt óhapp hendir. Snúður má ikki vera í trygdarbeltinum.

 

Skeivt: Snúður er á trygdarbeltinum.

Rætt: Trygdarbeltið liggur flatt og stramt.

 

Skeivt: Trygdarbeltið er alt ov leyst.

Skeivt: Snúður er á trygdarbeltinum.

Rætt: Trygdarbeltið er strammað just so mikið, at ein fløt hond kann leggjast millum beltið og barnið.

Skákbeltið skal sita rætt

Skákbeltið skal altíð liggja tvørtur um herðarnar øðru megin. Nógv børn sita við skákbeltinum undir arminum ella aftanfyri bak, men tað er bæði ólógligt og vandamikið.

 

Skeivt: Skákbeltið liggur undir arminum.Tað kann vera lívshættisligt við tað, at skákbeltið kann oyðileggja gøgn í einum samanstoyti.

Skeivt: Skákbeltið liggur aftanfyri bakið. Yvirkroppurin á barninum verður ikki hildin aftur, um eitt óhapp hendir.

Rætt: Skákbeltið liggur frammanfyri barnið og tvørtur um herðarnar øðrumegin.