Stoytkoddi og børn

Børn og stoytkoddar hoyra ikki saman. Mælt verður til, at børn skulu vera í minsta lagi 140 cm fyri at sita við ein virknan stoytkodda. Stoytkoddin er gjørdur til at verja vaksin, og hann verður sendur út við í minsta lagi 300 km/t, tá samanstoytur er. Børn kunnu fáa álvarsligt mein av stoytkoddanum, og tað hjálpir ikki at seta barnið hægri við barnastóli ella bilpútu – megin í stoytkoddanum er tann sama.

 

Børn undir 140 cm

Børn mugu ongantíð sita í bakvendum bilstóli við ein virknan stoytkodda. Tað er bæði ólógligt og lívshættisligt. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir frá, at børn undir 140 cm sita við stoytkodda, sama hvønn veg bilstólurin vendir.

 

Børn yvir 140 cm

Børn yvir 140 cm kunnu sita framman, um tey kunnu nýta vanliga trípunktsselan í bilinum uttan eykaútgerð. Drag setrið heilt aftur, so fjarstøðan til stoytkoddan er sum longst.

 

Síðustoytkoddar

Síðustoytkoddar eru vandaleysir fyri børn, sum eru rætt íbundin. Hvørki børn ella vaksin eiga tó at hvíla høvdið móti hurðini, um síðustoytkoddar eru.

 

Kopla stoytkodda frá

Í nøkrum bilum kanst tú kopla stoytkoddan frá við einum lykli, í øðrum skal tað verða gjørt á einum góðkendum bilverkstaði. Les í leiðbeiningarbókini til bilin, hvussu tú bert teg rætt at.

 

* stoytkoddi = airbag