Venjingar á súkklu

Alt ov fáar súkklubreytir eru í Føroyum. Tí er umráðandi, at fólk á súkklu eru ógvuliga gáin. Skulu børn súkkla, krevur tað, at foreldur fyrst læra tey at súkkla í ferðsluni.

 

Venjing saman við vaksnum er fortreyt

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at barnið súkklar saman við vaksnum í ferðsluni, til tað er eini 10-12 ára gamalt. Ójavnt er, hvussu búgvin børn eru, og hvussu ferðslan í nærumhvørvinum er. Foreldur skyna sjálv á, nær barnið klárar at súkkla einsamalt.

At súkkla millum bilar krevur sjálvandi nógv meira av barninum enn at súkkla, har eingin ferðsla er. Barnið skal duga at hava eyguni við nógvum ymsum viðurskiftum í senn, samstundis sum tað skal halda javnvágini.