At kunna seg aftureftir

Venjingin verður gjørd á staði við ongari ferðslu.

Henda venjingin lærir barnið at kunna seg aftureftir í ferðsluni uttan at missa javnvágina.

Tekna við kriti tvær javnfjarar linjur á asfaltið. Fjarstøðan millum linjurnar skal vera um 40 cm. Barnið skal nú súkkla millum linjurnar, hyggja um økslina aftureftir og samstundis halda seg millum linjurnar.

 

Statt sjálv/ur aftanfyri barnið á súkkluni, og vís barninum skiftandi lutir, t.d. leiku. Hvørja ferð barnið hevur hugt aftur um seg, skal tað siga, hvat leika tú hevði í hondini.

 

Ferðsluvenjingar á súkklu

Javnvág á súkkluni

Lær at steðga

Gev tekin