Gev tekin

Alt ov fáar súkklubreytir eru hjá okkum. Tí er umráðandi, at fólk á súkklu eru ógvuliga gáin. Skulu børn súkkla, krevur tað, at foreldur fyrst læra tey at súkkla í ferðsluni.

 

Fyri at barnið skal megna at geva tekin á súkklu, krevjast góð samskipanarevni.

Tá tit hava gjørt bremsivenjingar og barnið dugir at kunna seg aftureftir uttan at missa javnvágina, kunnu tit venja at geva tekin á súkklu.

Tá barnið ætlar sær at steðga, skal tað byrja við at hyggja afturum seg og síðani rætta vinstru hond upp. Vinstra hond vendir móti bilunum, og tískil lættast hjá øðrum at síggja. Barnið skal hava báðar hendur aftur á súkklustýrinum, áðrenn tað steðgar.

 

Venjingin kann verða drúgv, tí hon krevur, at børnini hava rættiliga góð samskipanarevni fyri at eydnast. Tí er neyðugt at geva sær góðar stundir til hesa venjingina.