Javnvág á súkkluni

Venjing krevst fyri at duga at ferðast trygt á súkklu. Her eru tvey spøl, sum venja barnið at finna javnvágina á súkklu. Spølini skulu fara fram á einum staði uttan ferðslu.

 

Spæl 1

  • Tekna við kriti 8-10 smáar ringar á asfaltið á einum tryggum staði. Ringarnir skulu vera til støddar sum ein talerkur og fjarstøðan millum ringarnar skal vera 1 ½ metur.
  • Barnið skal nú koyra slalom millum ringarnar. Tess tættari ringarnir eru, tess torførari er tað hjá barninum.

 

Spæl 2

Henda venjingin er góð, tá barnið skal læra at súkkla uttan stuðulshjól ella uttan hjálp frá einum vaksnum.

  • Tekna við kriti tvær javnfjarðar linjur á asfaltið. Linjurnar skulu vera umleið 20 m langar og fjarstøðan millum tær skal vera umleið 40 cm
  • Barnið skal nú súkkla millum báðar linjurnar, bæði spakuliga og skjótt, uttan at nerta við tær.
  • Lat eisini barnið byrja og steðga millum báðar linjurnar. Tað er heldur torførari at halda javnvágini tá.
  • Tosið um, hvussu ferðin ávirkar javnvágina á súkkluni.

 

Nøkur børn megna at súkkla stuttar túrar í ferðsluni, tá tey eru um 5 ára gomul. Onnur mugu bíða eitt sindur longur. Byrjið at venja javnvág og gera bremsivenjingar, áðrenn tit fara út í veruligu ferðsluna.

 

Hesi spølini um javnvág gera venjingina stuttliga, men minst til at greiða barninum frá, at stórur munur er á at spæla súkkluspøl á einum tryggum øki og at ferðast á súkklu í ferðsluni.

 

Ferðsluvenjingar á súkklu

At kunna seg aftureftir

Lær at steðga

Gev tekin