Far tvørtur um vegin

Ein fortreyt fyri at fara tvørtur um ein veg er, at barnið dugir at meta um, nær støðan er trygg.

 

Saman við barninum

Vel ein minni veg við avmarkaðari ferðslu. Tað er í lagi, um nakrir fáir bilar eru, men tað skal vera lætt at fara tvørturum. Gakk aftan fyri barnið, soleiðis at tú ert klár/ur at koma uppí, um okkurt skuldi verið.

 

Tá tit koma til kantsteinin, skalt tú halda eyga við, um barnið steðgar og hyggur fyri sær. Spyr síðani barnið, um klárt er at fara tvørtur um. Lær barnið at royna at fáa eygnasamband við bilførara, sum steðgar, at lova tí yvirum. Minst til, at tað er barnið, sum skal læra at meta um støðuna, men tað er tú, sum ræður.

 

Barnið einsamalt

Finn ein lítlan, hóskandi veg, har lætt er at hava yvirlit og bert lítil ferðsla. Greið frá, at tit skulu læra at fara tvørtur um ein veg við bilum og hvussu henda venjingin fer fram.

Statt soleiðis at tú hevur yvirlit yvir støðuni og samstundis møguleika at steðga barninum, skuldi tað verið neyðugt. Greið barninum frá, at tað eigur at hyggja til báðar síður og bert fara tvørtur um, um eingin ferðsla er. Avtala við barnið, at tað skal bíða eftir tær hinumegin vegin.

Endurtakið venjingina á ymsum støðum.