Gakk beint tvørtur um vegin

Her er eitt stuttligt spæl, sum lærir børn, at beina leiðin er stytsta leiðin. Børn skulu læra, at tey altíð eiga at ganga beint tvøtur um vegin.

 

• Tekna tveir ringar við kriti á vegin á einum tryggum staði. Fjarstøðan millum ringarnar skal vera 4-5 metrar.

• Statt í øðrum ringinum og gakk í beinari linju yvir í hin ringin, meðan tú telur tíni fet.

• Gakk sama túr í sikksakk og tel aftur fetini.

 

Hvør leið kravdi flest fet? Tosið um, at beina leiðin er stytsta leiðin. Endurtak royndina við at lata barnið ganga millum ringarnar, meðan tit saman telja fetini.

 

Til gongu við krossveg

Um tit javnan ganga í einum krossvegi, er týdningarmikið at venja at hyggja í allar ættir.

Við ein krossveg er ikki nóg mikið at hyggja til báðar síður – høgru og vinstru. Her eiga tit at hyggja bæði beint fram og aftureftir fyri at kanna, um ein bilur ella annað akfar snarar um hornið.

 

Best er at venja við ein lítlan krossveg, har tit fáa betri yvirlit, og tú kanst peika í allar tær ættir, sum barnið skal geva sær far um.