Hvar er trygt at fara tvørtur um vegin?

Umframt at læra, hvussu tey fara tvørtur um vegin, skulu børn eisini læra, hvar tryggast er at fara tvørtur um.

 

Greið barninum frá, at best er at fara tvørtur um vegin á einum staði, har sýnið er gott báðar vegir. Greið frá, hvat eyðkennir tey góðu støðini og vís dømi um vánalig støð.

 

Vís barninum, hvat tit skulu gera, tá tit fara tvørtur um vegin á einum staði við parkeraðum bilum. Tá ræður um at fara heilt fram til kantin á bilunum, so lættari er at síggja í báðar ættir, áðrenn tit fara tvørturum. Bilførararnir í koyrandi bilunum á vegnum síggja tykkum eisini betur, um tit fara fram millum parkeraðu bilarnar. Lær barnið at fáa eygnasamband við bilførarar.