Steðga við kantsteinin

Børn skulu læra, at tey altíð skulu ganga longst møguligt frá bilunum á vegnum. Tey skulu vita, hvat ein kantsteinur er, og hvat hann merkir.

Far ein gongutúr við barninum, og lat barnið ganga innast. Greið barninum frá, at tað altíð eigur at ganga longst til ber frá vegnum og harvið bilunum, tvs. heilt inni við garðin ella húsini. Sig tí eisini, at tað eigur at halda í hondini á foreldrunum fyri at vera tryggari.

 

Steðgið við kantsteinin

Venjingin at læra barnið at steðga við kantsteinin kann býtast í fleiri stig.
Byrjið við at ganga hond í hond á gongubreytini – barnið innast og tú uttast. Tá tit koma fram at einum kantsteini, fert tú niður at húka og vísir barninum, hvat ein kantsteinur er. Greið frá, at ein kantsteinur merkir, at tit skulu steðga, tí tit eru komin til ein veg, har bilar koyra. Haldið leiðina fram og steðgið, hvørja ferð tit koma til ein kantstein.

 

Kanna um barnið minnist at steðga við kantsteinin

Næstu ferð tit eru úti til gongu og nærkast einum kantsteini, letur tú barnið ganga eitt petti framman fyri teg. Halt eyga við, um barnið minnist at steðga. Um barnið gloymir tað, skalt tú steðga barninum og greiða frá, hvat tit hava gloymt. Vel eitt stað við avmarkaðari ferðslu og ansa eftir, at eingin bilur kemur.