Lær barnið at súkkla

Børn, sum súkkla, fáa góða kropsliga venjing og kunnu venja rørslur, javnvág og samskipan av sansunum.

 

Nógv børn fáa fyrstu tvíhjólaðu súkkluna, tá tey eru millum 2 og 5 ára gomul. Súkklan verður tá mest brúkt til spæl, og børnini mugu bert súkkla á støðum, har tað er trygt. Tað er gott hjá børnum at súkkla nógv, har eingin ferðsla er, so tey læra at stýra súkkluni, áðrenn tey fara at súkkla í ferðsluni. Børnini eiga at nýta hjálm frá byrjan.

 

Á tveimum hjólum

Fyrsta tvíhjólaða súkklan hjá barninum má ikki vera ov stór. Barnið skal kunna seta báðar føtur á vegin, meðan tað situr á saðlinum. Barnið eigur at duga at bremsa og steðga við tamarhaldi. Tí skal súkklan hava bremsur, sum eru gjørdar til barnið, so tað lættliga kann trýsta á bremsurnar. Viðmælt verður, at súkklan hevur tvær bremsur – eina á hvørjum hjóli. Tað kann vera antin tvær hondbremsur ella ein hondbremsa og ein fótbremsa.

 

Stuðulshjól

Fólk eru ymisk á máli, hvørt tað er skilagott, at børnini súkkla við stuðulshjólum. Stuðulshjól kunnu vera hent hjá barninum, tá tað lærir seg at kenna súkkluna og at súkkla, tí barnið kennir, at tað hevur tamarhald á súkkluni og kennir seg trygt. Vansin er, at barnið lærir ikki at halda javnvágina og situr møguliga skeivt á súkkluni.

 

Tað, sum er mest umráðandi hjá barninum at læra á tvíhjólaðari súkklu, er at steðga við tamarhaldi og at seta beinini trygt á vegin. So skilagott kann vera, at barnið lærir seg tað við stuðulshjólum fyrst. 

 

Frá trimum til tvey hjól

Soleiðis kanst tú læra barnið at súkkla á tveimum hjólum:

  1. Finn eitt beint strekki á einum ferðslutryggum staði.
  2. Halt í súkkluni hjá barninum, meðan tú gongur skjótt. Sig: ”Bremsa, steðga og set beinini niður”. Endurtak hetta, til tú metir, at barnið megnar tað av sær sjálvum.
  3. Sig við barnið, at tú setir ferð á súkkluna, men at barnið ikki skal traðka á pedalarnar. Set síðani ferð á súkkluna og sleppur henni. Tá súkklan er farin nakrar metrar, biður tú barnið steðga.
  4. Endurtak hetta sama, men bið barnið traðka nakrar ferðir á pedalarnar, áðrenn tað steðgar. Lat barnið traðka meira og meira so hvørt.
  5. At enda kann barnið sjálvt seta ferð á súkkluna. Lær barnið at seta annan fótin á pedalin í støðuni: ”5 min. yvir 12”. Bið barnið traðka á ovara pedalin, samstundis sum tað setur hin fótin av vegnum á niðara pedalin. Tá er lætt at fáa ferð á súkkluna.