Tíðindi
Tendra ljósini!
Sløktar baklyktir, brostnar perur og skeivt stillaðar billyktir. Hetta er veruliga nakað, sum kann ørkymla í ferðsluni og hava við sær vandamiklar støður. Í átaki komandi vikurnar varpa Ráðið fyri Ferðslutrygd og Akstovan ljós á júst hetta.
Kemm Poulsen er farin
Nú tað frættist, at Kemm Poulsen er farin, er eisini eitt kent andlit, sum í nógv ár myndaði Ráðið fyri Ferðslutrygd, farið.
Skaðanevnd og nýtt landsstýrisfólk í samferðslumálum
Í dag bórust tíðindini um, at Uni Rasmussen verður nýtt landsstýrisfólk í Fíggjar- og samferðslumálum. Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd ynskja vit Una hjartaliga tillukku við tilnevningini og blíðan byrð í nýggja starvinum. Vit gleða okkum til gott ferðslutrygdarsamstarv við null-hugsjónini í miðdeplinum.
Eg koyri teg, tú koyrir meg
Hetta er árstíðin, har vit vanliga fara í jólaborðhald at hugna okkum saman við vinum og starvsfeløgum. Og hóast vit kanska ikki hittast og koma saman á júst sama hátt, sum áðrenn korona rakti samfelagið, so eru óivað nógv sum kortini gleða seg til hesa tíðina við hugna og veitslulag.
Tendra ljósini!
Sløktar baklyktir, brostnar perur og skeivt stillaðar billyktir. Hetta er veruliga nakað, sum kann ørkymla í ferðsluni og hava við sær vandamiklar støður. Nú fara Ráðið fyri Ferðslutrygd og Akstovan at fremja eitt lyktaátak, sum varpar ljós á júst hetta.
Koyr. Bara. Alt annað er býtt.
Hvat gert tú, meðan tú koyrir?
Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt. Og tað er hetta sum nýggja átakið um gáloysni varpar ljós á.
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!
Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur
Eitt sindur um el-rennihjól
Seinastu dagarnar hevur spurningurin verið aktuellur, um hvørt el-rennihjól eiga at verða loyvd í Føroyum. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur savnað tilmæli við støði úr royndum frá londunum kring okkum.
Finnið løtur at venja skúlaleiðina
Nú er summarið farið at halla og skjótt byrja skúlarnir aftur. Gevið tykkum stundir at venja skúlaleiðina saman við børnunum.
Eg koyri teg - tú koyrir meg
Nú summarfrítíðin veruliga er byrjað, hava Ráðið fyri Ferðslutrygd, Betri Trygging og Trygd sett í verk átak fyri at steðga rúskoyring.
4. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni
Sunnudagin 4. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.
Ein ‘Espressoskeyk’ til sjaførin!
Bjóða sjaførinum ein leskiligan kokkteyl uttan alkohol, so tit kunnu koma heim í øllum góðum
Metlágt tal av deyðum í ferðsluni í ES-londunum í 2020
Tað doyðu 17% færri á vegunum í ES londunum í 2020, samanborið við 2019. Tað svarar til á leið 4000 fólk. Hesum boðar ETSC (European Transport Safety Council) frá.
Halt hámarksferðina, ókey?
Saman við Betri, Landsverk og Tryg, fer Ráðið fyri Ferðslutrygd komandi vikurnar aftur at minna bilførarar á at halda hámarksferðina.
Ársfundur við súkkling sum høvuðsevni
Tann 16. apríl varð ársfundurin hjá RFF hildin í Smæruni. Høvuðsevnið var súkkling - súkkluumstøður, súkklumentan og súkkluførleiki.
Í 2020 doyði ongin í ferðsluni í Føroyum
Tað er aðru ferð í hesi øldini vit kunnu siga, at ongin doyði í ferðsluni í Føroyum í árinum sum fór.
Hugskotskapping um at steðga rúskoyring
Endurskinsvestar til yngstu skúlanæmingarnar
Nú dagarnir eru farnir at styttast, er stundin eisini komin at finna endurskinini fram.
Eins og undanfarin ár, letur Ráðið fyri Ferðslutrygd, saman við Betri trygging, endurskinsvestar til yngstu skúlanæmingarnar.
Tá klassikarar gerast nútímans
Minnist tú ‘Stýr tær’, ‘Turbo Petur’ og ‘Eitt forelskað par’? Hetta eru heitini á nøkrum av løgunum á tónleikaútgávunum, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd stóð fyri í 80- og 90-árunum.
Koyr bil, tá tú koyrir bil
Ikki koyra í blindum. Tí tað er tað, sum tú gert, um tú hyggur burtur meðan tú koyrir.