Útgerð á súkkluni
Kannar tú súkkluna við jøvnum millumbilum? Súkklur skulu verða útgjørdar, bæði so tær er lógligar, men eisini so tú ella barnið kunnu súkkla trygt.
Tjekklisti
- Lyktir: Baklyktin skal lýsa reytt. Framlyktin skal lýsa bjart hvítt ella bláligt. Baklykt og framlykt kunnu blinka, men tær skulu síggjast úr 300 metra fjarstøðu umframt frá síðuni. 
- Pedal-endurskin: Endurskin skulu vera á pedalunum, bæði aftan og framman. 
- Endurskin aftan og framman: Eitt reytt endurskin skal vera aftan á súkkluni. Framman skal endurskinið vera hvítt. 
- Endurskin á hjólunum: Gult endurskin skal vera á snælduni á báðum hjólum. Tú kanst í staðin hava hvíta endurskinsstrípu á dekkunum ella á felgunum. 
- Ringiklokka: Ringiklokka skal vera á róðrinum, og hon skal ringja hart. 
- Lás: Súkklan skal hava góðkent lás. 
- Bremsur: Bremsur eiga at vera á báðum hjólum. Antin tvær hondbremsur ella ein hondbremsa og ein fótbremsa. 
- Súkkluhjálmur: Mælt verður til altíð at brúka hjálm. 
Viðlíkahald
Riggar súkklan enn, sum hon skal, tá tú tekur hana fram eftir veturin?
- Vaska súkkluna: Vaska hana, smyr ketuna og lat olju á gir og bremsur. 
- Kanna bremsurnar: Er mynstrið á bremsukubbunum slitið, eiga teir at verða skiftir út. 
- Dekk: Eru rivur á dekkunum? Slitin dekk, har mynstrið næstan er vekk, skulu skiftast út. 
Viðføri
Hevur tú viðførið við tær á súkkluni, eigur tað í mesta lagi at vera tríggjar metrar langt og/ella ein metur breitt.
- Súkkla ikki við lutum, sum forða tær at geva tekin og stýra trygt. 
- Hong ikki viðføri á róðrið. Viðførið kann koma inn í hjólið og ávirka trygdina. Brúka heldur kurv ella súkklutasku. 
- Skilagott er at seta eina frakkaverju á bakhjólið á súkkluni, so klæðir og viðføri ikki koma inn í hjólið. 
