Annars fært tú klipp í koyrikortið
Hugsavnar tú teg um at koyra bil, tá tú koyrir bil? Ella letur tú teg órógva – til dømis av fartelefonini? Tað er vandamikið, ólógligt og tú fært bæði bót og klipp í koyrikortið, um tú verður steðgað/ur av løgregluni.
Hægri bót og klipp í koyrikortið
Tað er nú hálvt annað ár síðani ferðslulógin varð herd, viðvíkjandi nýtslu av fartelefon í bilinum. Umframt at bótin er farin úr 1.000kr upp í 1.500kr, fært tú nú eisini klipp í koyrikortið fyri nýtslu av allari handhildnari elektroniskari útgerð í bilinum. Til dømis fartelefon, teldli, ella snild-uri.
Tað er enn tíðliga at siga við vissu, hvørja langtíðarávirkan lógarbroytingin fer at hava. Fyrstu tølini siga, at nógv færri vóru tikin fyri hetta brotið fyrstu tíðina eftir at lógin varð herd (tann 29. maj 2024). Og at talið nú er á veg upp aftur.
Seinastu árini hevur politiið skrásett hesi brot á handhildna fartelefon (og aðra elektroniska útgerð) í bilinum:
2021 2022 2023 2024 2025 2026 (jan - okt)
295 418 339 155 82 152
Men hesi tølini siga ikki allan sannleikan um, hvørt bilførarar hava broytt atburð. Tí tey siga eins nógv um, hvussu nógva orku politiið hevur havt at kanna, um bilførarar brúka fartelefon í ferðsluni. Tey eru áhugaverd, men kunnu ikki standa einsamøll.
Sambært ferðslupolitinum er kenslan ikki, at lógarbroytingin hevur fingið føroyskar bilførarar at leggja telefonina frá sær - enn. Men heldur er atburðurin broyttur eitt sindur, í mun til hvussu hon verður brúkt.
Karl Leonsson, leiðari av ferðsludeildini hjá politinum, sigur soleiðis:
“Vit síggja at fólk í størri mun hava telefonina í fanginum. Tað er heilt týðuligt at eyguni hyggja niðureftir, heldur enn eftir ferðsluni. Helst tí tey tosa, ella lesa/skriva tekstboð. Kanska halda tey, at tað er verri hjá politinum at uppdaga tey, tá telefonin ikki verður hildin upp fyri oyrað. Men tá tú hyggur niður í fangið, hyggur tú ikki eftir tí, sum hendir í ferðsluni, og tað kann skjótt vera vandamikið”
Er gongdin vend?
Hyggja vit hinvegin eftir hvussu nógv ferðsluóhapp við fólkaskaða politiið skrásetir, so sær hinvegin út til, at gongdin møguliga er við at venda.
Seinastu umleið 15 árini hevur árliga talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða mestsum staðið í stað. Men í ársfrágreiðingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri 2025 sæst eitt varligt bjartskygni, tí triðja árið á rað er talið ikki hægri enn árið fyri.
Seinastu árini hevur politiið skrásett hesi ferðsluóhapp við fólkaskaða á føroysku vegunum:
2021 2022 2023 2024 2025 2026 (jan - okt)
28 33 29 27 27 21
Seinasta veruliga broytingin kom annars, tá millum annað promillumarkið varð broytt og skipanin við klipp í koyrikortið kom í gildi. Tá fall talið við eini helvt alt fyri eitt. Tí varð væntandi at vit aftur fóru at síggja eina jaliga gongd, nú lógin fyri fartelefonnýtslu í bilinum varð herd.
So leingi vit onga Skaðanevnd hava í Føroyum, sum samlar og greinar orsøkir og avleiðingar av ferðsluóhappum, kunnu vit ikki siga nakað um, hvussu nógv av hesum óhappum eru orsaka av gáloysni, tí bilførari til dømis brúkti fartelefon. Men vit kunnu tó staðfesta at ein broyting møguliga er á veg.
Vit fylgja undir øllum umstøðum gongdini og vóna at broyttu reglurnar fara at síggjast aftur, soleiðis at fleiri fara at leggja fartelefonina frá sær, meðan tey koyra bil og harvið betra um ferðslutrygdina fyri okkum øll.
Góð ráð til tín, sum verður freistað/ur at hyggja at telefonini, meðan tú koyrir bil:
Hevur tú eina snildfon? Veitst tú, at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?
Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: Bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra.
Átakið verður framt í samstarvi við Trygd og Betri trygging. Við smáum filmum, sum verða vístir í sjónvarpi, biografi og sosialum miðlum, verður víst á, at tað gevur klipp í koyrikortið, um tú brúkar handhildnað elektroniska útgerð, meðan tú koyrir bil. Fært tú 3 klipp innan trý ár, missir tú koyrikortið og tað kann fáa keðiligar avleiðingar fyri gerandisdagin. Fyri nýggjar bilførarar eru reglurnar strangari. Tú missir koyrikortið, um tú fært 2 klipp innan trý ár.
Átakið byrjar 9. november og heldur fram í tvær vikur. Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.