Hátíðarhildið 50 ár við ferðslutrygd

Herfyri høvdu vit endiliga høvi at hátíðarhalda, at tað í ár eru 50 ár síðani Ráðið fyri ferðslutrygd varð sett á stovn. Túsund takk tit øll sum heilsaðu, fyri vitjan, røður og góð prát.

Týsdagin, 22. september høvdu vit móttøku í Perluni í Havn. Reyða langmottan var rullað út. Vit fingu røður, góðan tónleik og leskiligar munnbitar og boblur.

Hvølvus var rullaður oman í Tórsgøtu og fleiri nýttu høvið at royna hann - og læra hvussu tú kemur rætt og trygt úr einum bili, sum er farin runt.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Vinnumálum, er fyrstur at royna Hvølvus hendan dagin.

Vivian Johansen, forkvinna, heldur røðu.

Hendan dagin fekk Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini eina pengagávu handaða. Hetta var í sambandi við átakið ‘Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni’.

Ingi Gunnarsson hevur, saman við øðrum sjálvbodnum, samskipað tiltakið har blómur verða lagdar á støð, har fólk hava mist lívið í ferðsluvanlukku. Hetta hevur verið ein vakur siður í mong ár, sum tíverri er dottin niðurfyri.

Pengagávan eru teir pengar, sum eru eftir, nú tiltakið ikki er meir. Endalig støða er ikki tikin til, hvussu pengarnir verða gagnnýttir. Men vist er, at gávan verður brúkt til eitt átak/tiltak, sum stuðlar undir tað arbeiðið, sum hevur verið gjørt øll hesi árini.

Ingi Gunnarsson handar Lovisu P. Glerfoss, stjóra, gávukekkin.

Fríggjadagin 25. september og leygardagin 26. september fluttu vit niðan á torgið í SMS, tá vit hildu barnaføðingardag.

Í tveir dagar spældu, dansaðu og flentu vit saman við dugnaligu kvinnunum í Kæti. Hópin av børnum steðgaðu á, tá vit spældu bingo, fóru á skattaveiðu, spældu dansispøl og gjørdu ballóndjór.

Við góðum stuðli frá MBM og Poul Hansen heilsølu lótu vit ókeypis djús og súrepli. Harumframt lótu vit hópin av endurskinum og ferðsluspølum. Nú er myrka árstíðin byrjað, so tí hevur tað týdning at finna sær endurskinini fram.

Við glaða filmsbrotinum úr SMS takka vit fyri ein góðan 50 ára føðingardag - og so smoyggja vit upp um ermar og fara aftur til arbeiðis.

Næste
Næste

Vit halda 50 ára føðingardag!