Vit halda 50 ára føðingardag!

Tann 19. januar 2026 vóru júst 50 ár síðani Ráðið fyri Ferðslutrygd var sett á stovn.

Hesa vikuna fara vit at halda føðingardagin - bæði fyri stórum og smáum.

Týsdagin, 22. september 2026 kl 14-17, verður føðingardagsmóttøka í Perluni í Tórsgøtu í Havn.

Á skránni verða millum annað røður, okkurt gott til góman og tónleikur. Høvi verður eisini hjá gestum at taka orðið. Harumframt sleppur tú at royna Hvølvus - hvussu tú rætt og trygt kanst koma úr einum bili, sum er farin runt. GG: Tað er 15 ára aldursmark at royna Hvølvus.

Seinni í vikuni verða vit eisini á torginum í SMS, tá vit halda barnaføðingardag. Har verður barnaundirhald, ókeypis endurskin, ferðsluspøl og okkurt gott til góman.

Vónandi síggjast vit.

Forrige
Forrige

Hátíðarhildið 50 ár við ferðslutrygd

Næste
Næste

Ragnhild og Lukas eru sera spent, tí skjótt byrja tey í 1. flokki