Á súkklu í skúla

Alt ov fáar súkklubreytir eru her á landi. Tí mugu fólk á súkklu vera ógvuliga gáin. Skulu børn súkkla í skúla, mugu foreldrini fyrst læra tey at súkkla í ferðsluni.

 

At súkkla millum bilar og onnur akfør krevur sjálvandi meira av barninum enn at súkkla, har eingin ferðsla er. Tað skal hava eyguni við nógvum ymsum viðurskiftum í senn, samstundis sum tað heldur javnvágini. Eisini skal barnið duga at súkkla við einari hond, so tað fær givið tekin við hinari. Tosa við barnið um, hvar tað er gott at súkkla, og hvar tað er betri at leiða súkkluna.

Barnið má altíð nýta hjálm, tá tað súkklar, tí hann kann byrgja fyri álvarsligum skaða. Hjálmurin skal hava røttu støddina og sita soleiðis, at hann verjir pannu, tinningar og nakka.

  • Vel ein góðkendan hjálm, sum er merktur við CE EN 1078. Tá tryggjar tú tær, at hjálmurin lýkur evropeisku krøvini.

  • Børn skulu ikki spæla í hjálminum, men bara brúka hann, tá tey súkkla.

  • Hevur hjálmurin fingið harðan stoyt, er hann ikki tryggur longur og má tí skiftast út.

  • Súkklan skal hava neyðugu útgerðina og vera væl røkt.

Tilmæli:
Foreldrini vita best, nær barnið klárar at súkkla einsamalt. Vit mæla tó til, at børn súkkla saman við vaksnum í ferðsluni, til tey eru eini 10-12 ára gomul.