Trygdarútgerð
og viðføri

Trygdarbelti

Øll vita, at man skal sita íbundin. Tað sigur lógin eisini. Trygdarbeltið er týdningarmesta trygdarútgerðin í bilinum. Tað eigur at verða brúkt saman við stoytkodda og nakkaverju. Vandin fyri at doyggja ella fáa mein minkar við uml. 50%, tá tú situr íbundin. Hetta er ein einføld og munadygg trygdarútgerð, og uttan mun til hvussu nógv hátøknilig útgerð er í nýggjum bilum, mást tú altíð sita íbundin.

Lógin um trygdarbelti kom í 1986 í Føroyum. Síðan tá hava 56 fólk latið lív í ferðsluni, sum ikki sótu íbundin (mai 2015). Mett verður, at helvtin av teimum høvdu verið á lívi í dag, høvdu tey brúkt trygdarbelti.

 

Á stuttum túri

Visti tú, at flestu ferðsluóhapp í Føroyum henda á vegi, har tað í mesta lagi er loyvt at koyra 50 km/t? Trygdarbeltið kann hava avgerandi týdning fyri, um tú fært álvarsligan løst ella ikki. Tí er neyðugt altíð at spenna trygdarbeltið – eisini tá tú bara fert ein stuttan túr.

Ferðafólk uttan trygdarbelti

Øll í bilinum skulu nýta trygdarbelti. Situr tú ikki íbundin, er tað vandamikið fyri onnur í bilinum. Tí um ein samanstoytur hendir, verður tú syft/ur runt í bilinum við stórari megi og kann á henda hátt bæði løsta seg og onnur. 

Vigar tú t.d. 75 kg og situr óbundin í einum frontalum samanstoyti við 50 km/t., so rakar tú setrið frammanfyri ella forrútin við eini megi, sum samsvarar við fleiri tons.

Samanstoytur uttan trygdarbelti

  • Samanstoytur við 50 km/t uttan trygdarbelti samsvarar við eitt frítt fall úr 10 metrum

  • Samanstoytur við 70 km/t uttan trygdarbelti samsvarar við eitt frítt fall úr 19 metrum

  • Samanstoytur við 90 km/t uttan trygdarbelti samsvarar við eitt frítt fall úr 32 metrum

Trygdarbelti í bili

Sambært lóg skulu øll vera íbundin trygdarbelti í bili. Ert tú 15 ár ella eldri hevur tú ábyrgd av at binda teg í. Tú fært bót, verður tú tikin av løgregluni, og tú ikki situr í trygdarbelti.

Børn upp til 135 cm skulu vera íbundin góðkenda trygdarútgerð, sum hóskar til teirra aldur og stødd. Bilførarin hevur altíð ábyrgdina av, at børnini eru rætt íbundin. Eru tey ikki tað, kostar tað eitt klipp í koyrikortið umframt eina bót.

Les meira um børn og trygdarútgerð í bili.

Bussar, sum eru skrásettir síðani 1998, skulu hava trygdarbelti í øllum setrum, býarbussar tó undantiknir. Meginreglan er, at um trygdarbelti eru í bussinum, skulu tey nýtast. Ert tú 15 ár ella eldri, kanst tú fáa bót frá løgregluni, um tú ikki situr íbundin í bussi, har ásett er at nýta trygdarbelti.

Trygdarbelti í bussi

Børn úr trimum árum skulu eisini vera íbundin, um trygdarbelti eru í bussinum. Vit mæla til, at tey harumframt sita íbundin við aldurssvarandi trygdarútgerð. Hav í huga, at næstan eingin trygdarútgerð til børn er góðkend til mjadnabelti, tað er tveypunktsbelti.

Bussførarin hevur ábyrgd av, at børn undir 15 ár sita íbundin ella í øðrum føri at upplýsa tey um, at tey skulu sita íbundin. Upplýsingarskyldan kann fara fram á henda hátt:

  • Kunning frá bussføraranum
  • Kunning frá fylgjara hjá barninum
  • Kunning á sjónvarpsskíggja í bussinum
  • Kunning við skelting

Les á ferð við stovninum.

Trygdarbelti í hýruvogni

Meginreglan er, at øll ferðafólk í hýruvogni skulu sita íbundin trygdarbelti. Er góðkend útgerð tøk til børn undir 3 ár, skal hon nýtast. Børn eldri enn 3 ár skulu spennast føst við trygdarútgerð, um hon er til, ella við vanliga trygdarbeltinum á baksetrinum. Spyr, tá ið tú bíleggur hýruvogn, um barnaútgerð er tøk. Er hon ikki tað, kanst tú hava egna útgerð við.

Er eingin aldurssvarandi trygdarútgerð til børn í hýruvogninum, skal barnið á baksetrið. Ert tú 15 ár ella eldri, kanst tú fáa bót frá løgregluni, um tú ikki situr í trygdarbelti í hýruvogni.

Hýruvognsførarin hevur ábyrgd av, at børn undir 15 ár eru íbundin sambært lógarkrøvunum. Eru tey ikki tað, fær førarin eitt klipp í koyrikortið.

Trygdarbelti í viðgongutíðini

Brúka altíð trygdarbelti – tað er tryggast fyri mammuna og barnið í búkinum. Gáa eftir, at tú nýtir trygdarbeltið rætt.

Niðari partur av trygdarbeltinum, mjadnabeltið, skal altíð liggja um mjadnarnar niður móti lørunum – ikki um búkin – og skal strammast væl. Ert tú við barn, er serstakliga týdningarmikið, at beltið liggur undir búkinum, og at tað er stramt. Skákbeltið skal liggja millum bróstini og á síðuni á búkinum. Legg ongantíð trygdarbeltið undir armin ella aftur um bak. Flyt setrið so langt aftur, sum til ber, tá tú koyrir bil. Ert tú ferðafólk í bili, er best at flyta setrið heilt aftur.

Seint í viðgongutíðini kann vera váðið at sita við róðrið, einamest orsakað av stoytkoddanum. Um tað ber til, er betri at vera ferðafólk í bilinum og at flyta setrið heilt aftur.

 

Stoytkoddi*

Stoytkoddin (airbag) bjargar lívi, men hann bara er ein eyka trygdarskipan og skal ikki nýtast í staðin fyri trygdarbeltið. Tú kanst fáa løst av stoytkoddanum, um tú ikki situr íbundin.

Stoytkoddi er samansettur av einum kodda, sum blæsist upp, eini tendriløðing, einum gassílati og sensorum. Eru umstøðurnar tær røttu, verður løðingin kveikt, og koddin fyllist við gassi eftir lítlari løtu. Gassið fer úr aftur koddanum næstan beinanvegin. Samanstoyturin hjá tær við koddan hendir so skjótt, at tú valla fatar tað. Tú eigur ikki at sita ov tætt at stoytkoddanum.

Set ongantíð bakvendan bilstól við virknan stoytkodda

Tað er ólógligt og lívshættisligt at seta bakvendan barnastól við ein stoytkodda. Eitt barn undir 140 cm eigur heldur ikki at sita við ein virknan stoytkodda. Síðustoytkoddarnir eru vandaleysir fyri børn í bili. Tó má man ongantíð hvíla høvdið móti hurðini, um har eru síðustoytkoddar.

* Stoytkoddi = airbag

Nakkaverja

Meginparturin av nakkaverjum í bilum er stillaður skeivt. Í flestu førum er nakkaverjan ov lág og ov langt afturi. Hetta kann hava við sær koyrilsbrest (piskesmæld), tí høvdið verður syft afturá upp um nakkaverjuna og síðan kastað fram aftur.

Sært tú í speglinum, at ein bilur rennir í teg aftanífrá, skalt tú trýsta høvdið móti nakkaverjuni og hyggja beint fram.

Stilla nakkaverjuna rætt

  • Ovari kantur á nakkaverjuni skal vera áraka ovasta part av høvdinum.

  • Stólabakið skal vera upprætt. Fjarstøðan millum nakka og nakkaverju skal vera so lítil, sum til ber.

  • Nakkaverjan skal heldur verða stillað ov høgt enn ov lágt. Eru tit fleiri, ið koyra sama bil og eru ymisk til hæddar, kunnu tit stilla nakkaverjuna soleiðis, at hon er eitt sindur ov høg til minna persónin.

Tryggja viðførið

Viðføri skal altíð tryggjast væl. Leysir lutir í bilinum kunnu fáa álvarsligar avleiðingar fyri ferðafólk. Um tú bráðsteðgar, fleirfaldast megin á leysa lutinum, tá hann verður sendur fram í bilinum. Vigar ein lutur 3 kilo, verður hann kastaður fram við eini megi samsvarandi 90 kilo, um tú bráðsteðgar við 50 km/t.

Soleiðis tryggjar tú viðførið

  • Stroppar, viðførisnet, takboks, takstativ o.tíl. eru góð at tryggja viðførið við.
  • Set rimaverk millum ferðafólkarúmið og viðførisrúmið í bilinum. Rimaverkið skal forða fyri, at lutir verða sendir úr viðførisrúminum inn í ferðafólkarúmið.
  • Lítlir lutir í ferðafólkarúminum skulu leggjast í handskarúmið ella undir setrið. Stórir lutir skulu í viðførisrúmið og tryggjast í eini boks ella við viðførisneti.
  • Nýt innbygdar krókar, um slíkir eru, at forða tungum viðføri at skreiða móti baksetrinum og oyðileggja tað.
  • Tungir lutir í viðførisrúminum skulu liggja lágt og so tætt stólabakinum, sum til ber. Liggja teir heilt upp at baksetrinum, er ikki pláss til ferðøking hjá lutinum, tá bilurin bráðsteðgar.
  • Legg lættastu lutirnar ovast, men bara upp til nakkastuðulin á baksetrinum.
  • Lat ikki viðførið forða fyri sýninum hjá bilføraranum.
  • Legg ikki lutir á hattahillina.