Børn á súkklu

Tá børn læra seg at súkkla í ferðsluni, er best at venja í nærumhvørvinum, har tey kenna seg aftur.

Tað er ikki til at siga, akkurát nær eitt barn kann súkkla sjálvt í ferðsluni. Ferðslulógin sigur, at børn undir seks ár skulu vera saman við einum vaksnum (í minsta lagi 15 ár), tá tey súkkla í ferðsluni, men tað merkir ikki, at øll børn eru nóg búgvin tá. Vit mæla til, at børn skulu vera um 10-12 ár, áðrenn tey kunnu súkkla einsamøll í ferðsluni. Og tá eiga tey at hava vant seg við einum vaksnum áðrenn.

Foreldrini eru tey, sum duga best at meta um búningarstøði, ferðslufatan og súkkluførleikar hjá barninum. Børn, sum hava súkklað nógv saman við vaksnum, verða tryggari, tá tey sjálv skulu royna seg í ferðsluni. Tí mæla vit foreldrum til at gera venjingar á súkklu saman við barninum.

Teir fyrstu súkklutúrarnir

Tá børn súkkla, fáa tey góða kropsliga venjing, har tey venja rørslur, javnvág og at samskipa sansirnar.

Nógv børn fáa fyrstu tvíhjólaðu súkkluna, tá tey eru millum 2 og 5 ára gomul. Súkklan verður tá mest brúkt til spæl, og børnini mugu bara súkkla á støðum, har tað er trygt. Tað er gott hjá børnum at súkkla nógv, har eingin ferðsla er, so tey læra at stýra súkkluni. Børnini eiga sjálvandi at nýta hjálm frá fyrsta degi.

Á tveimum hjólum

Fyrsta tvíhjólaða súkklan hjá barninum eigur ikki at vera ov stór. Báðar føturnar skulu røkka niður á vegin, meðan barnið situr. Tað eigur at duga at bremsa og steðga við tamarhaldi. Tí skal súkklan hava bremsur, sum eru gjørdar til barnið, so tað lættliga kann trýsta á bremsurnar. Vit mæla til, at súkklan hevur tvær bremsur – eina á hvørjum hjóli. Tað kann vera antin tvær hondbremsur ella ein hondbremsa og ein fótbremsa.

Stuðulshjól

Tað er ymiskt, hvat fólk halda um stuðulshjól. Tey kunnu vera hent hjá barninum, tá tað lærir seg at kenna súkkluna og at súkkla, tí barnið hevur tamarhald á støðuni og kennir seg trygt, men hinvegin lærir tað ikki at halda javnvágina, og møguliga situr tað skeivt á súkkluni.

Tað, sum her er mest umráðandi at læra, er at steðga við tamarhaldi og at seta beinini trygt á vegin. Tí kann tað vera eitt hugskot, at barnið lærir seg hetta við stuðulshjólum fyrst.

Frá trimum til tvey hjól

Soleiðis kanst tú læra barnið at súkkla á tveimum hjólum:

  1. Finn eitt beint strekki á einum ferðslutryggum staði. Halt í súkkluni hjá barninum, meðan tú gongur skjótt. Sig: ”Bremsa, steðga og set beinini niður”. Endurtak hetta, til barnið megnar tað sjálvt.
  2. Sig við barnið, at tú setur ferð á súkkluna, men at tað ikki skal traðka á pedalarnar. Set so ferð á súkkluna og slepp henni. Tá súkklan er farin nakrar metrar, biður tú tað steðga.
  3. Endurtak hetta sama, men bið barnið traðka nakrar ferðir á pedalarnar, áðrenn tað steðgar. Lat tað traðka meira og meira so hvørt.
  4. At enda kann barnið sjálvt seta ferð á súkkluna. Lær tað at seta annan fótin á pedalin í støðuni: ”5 min. yvir 12”. Bið tað traðka á ovara pedalin, samstundis sum tað setur hin fótin av vegnum á niðara pedalin. Tá er lætt at fáa ferð á súkkluna.

Vel røttu súkkluna

Tá barnið fær sína fyrstu súkklu, má tað vera tann rætta støddin. Barnið má røkka niður á vegin við báðum fótunum, meðan tað situr á saðlinum. Hjá størri børnum er nóg mikið, um tey røkka við øðrum fótinum, tí tey duga betur at halda javnvágina.

Her eru nøkur góð ráð til at velja røttu súkkluna til barnið:

Ikki keypa ov stóra súkklu:

Tað er trupult og ótrygt hjá barninum at hava tamarhald á eini súkklu, sum er ov stór.

Tak barnið við, tá tú keypir súkkluna:

So veitst tú við vissu, at súkklan hevur hóskandi stødd.

Er barnið ikki við:

So kanst tú máta beinini frá miðjuni niður til ilina. Á súkkluni skal hetta svara til hæddina frá ovara kanti á saðlinum niður á vegin.

Súkklan skal hava einfalda útgerð:

Fyrsta súkklan skal ikki hava gir ella eykaútgerð, sum krevja handfaring. Skal barnið handfara gir, kilometurteljara ella onnur ting, tekur tað uppmerksemið frá koyringini og ferðsluni.

Barnið lærir best at súkkla rætt, um ein vaksin luttekur í súkkluvenjingini, og tá hevur barnið ikki tørv á stuðulshjólum.

Vel rætta hjálmin til barnið

  • Hjálmurin skal hava røttu støddina og sita væl.

  • Hjálmurin skal sita fastur á høvdinum, so at barnið ikki kann flyta hjálmin aftureftir.

  • Hjálmurin skal verja bæði pannu og nakka.

  • Vel ein hjálm, sum er lættur at justera. Barnið kann tá brúka hjálmin longur, og pláss er fyri eini húgvu um veturin.

  • Máta støddina á høvdinum uppi yvir oyrunum og rundan um pannuna og nakkan.

Venjingar á súkklu

Tað eru alt ov fáar súkklubreytir í Føroyum, og tí mugu fólk á súkklu vera sera gáin. Skulu børn súkkla í ferðsluni, krevur tað, at foreldrini fyrst læra tey.

Venjing saman við vaksnum er fortreyt

Vit mæla til, at børn súkkla saman við vaksnum í ferðsluni, til tey eru eini 10-12 ára gomul. Tað er ymiskt, hvussu búgvin børn eru, og hvussu ferðslan er í nærumhvørvinum. Foreldrini vita best, nær børnini eru før fyri at súkkla einsamøll.

At súkkla millum bilar krevur nógv meira av børnum enn at súkkla, har eingin ferðsla er, tí tá skulu tey hava eyguni við nógvum viðurskiftum í senn, samstundis sum tað skulu halda javnvágina.

Javnvág á súkkluni

Her eru tvey spøl, sum venja barnið at finna javnvágina á súkklu. Spølini skulu fara fram, har eingin ferðsla er.

Spæl 1

  • Krita 8-10 smáar ringar á asfaltið. Ringarnir skulu vera til støddar sum ein tallerkur, og fjarstøðan millum ringarnar skal vera 1 ½ metur.
  • Barnið súkklar nú slalom millum ringarnar. Tess tættari ringarnir eru, tess torførari er tað hjá barninum.

Spæl 2

Henda venjingin er góð, tá barnið skal læra at súkkla uttan stuðulshjól ella uttan hjálp frá einum vaksnum.

  • Krita tvær javnfjarðar linjur á asfaltið. Linjurnar skulu vera umleið 20 m langar og fjarstøðan millum tær skal vera umleið 40 cm
  • Barnið súkklar nú millum báðar linjurnar, bæði spakuliga og skjótt, uttan at súkkla útum.
  • Lat eisini barnið byrja og steðga millum báðar linjurnar. Tað er heldur torførari at halda javnvágini tá.
  • Tosið um, hvussu ferðin ávirkar javnvágina.

Summi børn kunnu súkkla styttri túrar í ferðsluni, longu tá tey eru um 5 ára gomul. Onnur mugu bíða eitt sindur. Venjið fyrst javnvág og bremsivenjingar, áðrenn tit fara út í veruligu ferðsluna.

Hesar venjingar eru stuttligar, men tú mást greiða barninum frá, at tað er stórur munur á súkkluspølum á tryggum øki og so at súkkla millum bilar.

At kunna seg aftureftir

Hendan venjingin lærir barnið at kunna seg aftureftir í ferðsluni uttan at missa javnvágina.

Krita tvær javnfjarar linjur á asfaltið. Fjarstøðan okkurt um 40 cm. Barnið skal nú súkkla millum linjurnar og hyggja aftur um seg og samstundis halda seg millum linjurnar.

Statt aftan fyri barnið við ymiskum lutum so sum leikum. Hvørja ferð barnið hyggur aftur um seg, skal tað siga, hvørja leiku tú hevur í hondini.

Lær at steðga

Steðga við linjuna. Her venur barnið at bremsa bæði vanliga og harðliga uttan at fara um koll.

Fyri at læra at hava tamarhald á súkkluni má tíð og venjing til.

  • Tekna eina linju á vegin.

  • Lat barnið súkkla móti linjuni og bremsa soleiðis, at tað steðgar júst við linjuna.

  • Lat barnið súkkla runt, sum tað lystir. Frammanundan sigur tú við barnið, at tú rópar “bremsa”, meðan barnið súkklar. Barnið skal síðani bremsa harðliga uttan at koppa.

Gev tekin

Skal barnið duga at geva tekin, meðan tað súkklar, mugu góð samskipanarevni til.

Tá barnið hevur lært at bremsa og at kunna seg aftureftir uttan at missa javnvágina, kunnu tit venja at geva tekin.

Áðrenn barnið steðgar, skal tað hyggja aftur um seg og rætta vinstru hond upp. Vinstra hond vendir móti bilunum og er á tann hátt sjónligari. Barnið skal hava báðar hendurnar aftur á róðrinum, áðrenn tað steðgar.

Tað kann vera møðsamt hjá børnunum, tí venjingin leggur upp til, at børnini fáa góð samskipanarevni. Gevið tykkum góðar stundir til hesa venjingina.

 

Súkklustólur

Ert tú minst 15 ár, kanst tú hava tvey børn undir 6 ár við tær. Børnini skulu vera væl íbundin, hava nakkastuðul og vera vard, so at føturnir ikki koma inn í snælduna á hjólinum. Eisini mæla vit til, at børnini eru í hjálmi.

Krøv til súkklustólin

  • Barnið skal duga at sita, áðrenn tað kann koma við tær á súkkluni. Flestu børnini duga at sita, tá tey eru um 9 mánaðir.
  • Súkklustólurin skal hóska til aldur og vekt hjá barninum. Hav barnið og súkkluna við, tá tú keypir súkklustól, so tú finnur ein, sum hóskar seg best til tykkum.
  • Á súkklustólinum skulu vera fótstuðlar og reimar at spenna føturnar fastar.
  • Í stólinum skal vera eitt belti at binda barnið við. Bestu beltini hava H- ella Y-skap.
  • Súkklustólurin skal spennast fast í súkklustellið. Tað er tryggari, enn tá stólurin bara er festur í viðførisberan.

Súkklustólur aftan

Barnið situr betur í einum stóli, sum er festur aftan, tí tá er betri pláss til rygg- og armstuðul. Tá er sýnið tó ikki so gott, og tað kann vera ringt at tosa saman. Barnið kann sita í súkklustóli aftan, til tað er um 5-6 ára gamalt ella vigar 20-25 kg. Minst til hjálm.

Súkklustólur framman

Er stólurin festur framman, fáa tit væl tosa saman, og barnið hevur gott sýni, men tað kann verða, at vindur og regn plágar barnið. Súkklustólar framman kunnu brúkast, til barnið er 2-3 ára gamalt ella vigar 12-15 kg. Minst til hjálm.

Súkkluviðfestisvognur

Tað er loyvt at hava tvey børn í einum súkkluviðfestisvogni. Børnini skulu vera íbundin í hvør sínum sessi og vera í hjálmi. Set endurskin og kanska ein vimpil á viðfestisvognin, so hann sæst betur.


Alt ov fáar súkklubreytir eru her hjá okkum. Tí er umráðandi, at fólk á súkklu eru ógvuliga gáin. Skulu børn súkkla, krevur tað, at foreldur fyrst læra tey at súkkla í ferðsluni.

At súkkla millum bilar og onnur akfør krevur sjálvandi nógv meira av barninum enn at súkkla, har eingin ferðsla er. Barnið skal duga at hava eyguni við nógvum ymsum viðurskiftum í senn, samstundis sum tað skal halda javnvágini. Eisini skal barnið duga at súkkla við aðrari hondini, so tað fær givið tekin. Tosa við barnið um, hvar skilabetri er at leiða súkkluna heldur enn at súkkla.

Lær barnið altíð at nýta hjálm

Lær barnið altíð at nýta hjálm, tá ið tað súkklar. Ein hjálmur kann í nógvum førum byrgja fyri álvarsligum skaða. Hjálmurin skal hava røttu støddina og sita soleiðis, at hann verjir pannu, tinningar og nakka.

  • Vel ein góðkendan hjálm, sum er merktur við CE EN 1078. Tá tryggjar tú tær, at hjálmurin lýkur evropeisku krøvini
  • Lat ikki barnið spæla í hjálminum, men bara brúka hann, tá tað súkklar
  • Hevur hjálmurin fingið harðan stoyt, er hann ikki tryggur og eigur at verða skiftur út
  • Súkklan skal hava neyðugu útgerðina og vera væl røkt.

Foreldur skyna sjálv á, nær barnið klárar at súkkla einsamalt.

Tilmæli

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at barnið súkklar saman við vaksnum í ferðsluni, til tað er eini 10-12 ára gamalt.