Á súkklu

Súkklan er eitt bíligt, umhvørvisvinarligt og munadygt akfar hjá bæði børnum og vaksnum. Men á súkklu ert tú viðbreknari, tí tú fært ikki so væl vart teg.

 
Images_RFF_Súkkla_Súkkla ímynd copy.jpg

Fyri at fyribyrgja ferðsluóhapp á súkklu eigur tú at:

  • Duga ferðslureglurnar

  • Tryggja tær, at súkklan er í góðum standi og hevur kravdu útgerðina

  • Síggjast í ferðsluni við lyktum, endurskini og at plasera teg rætt

  • Brúka hjálm

Ferðslureglur á súkklu

Tá tú súkklar á vegnum, hevur tú somu rættindi og skyldur sum onnur akfør. Tú eigur at fylgja ferðslureglunum og skeltunum við m.a. at súkkla í høgru síðu og at halda høgru víkiskyldu umframt víkiskyldu fyri fólki á gonguteigi. Sneiðir tú ella steðgar á, eigur tú at geva tekin um tað við ørmunum.

Sjálvandi súkklar tú á súkklubreytini, men er eingin súkklubreyt, mást tú súkkla á vegnum. Vit hava fáar súkklubreytir í Føroyum, og orsakað av stóra vandanum millum bilarnar á vegnum, mæla mong foreldur børnum sínum til at súkkla á gongubreytini.

Bara ein persónur má vera á vanligari tveyhjólaðari súkklu í senn. Tó kunnu tvey børn yngri enn 6 ár vera á súkkluni, um serlig barnasetur eru, og um tann, sum stýrir súkkluni er minst 15 ár.

Les um súkklustólar til børn.