Til gongu
Tá tú ert til gongu, ert tú partur av bleytu ferðsluni. Tað merkir, at tú ikki fært vart teg í mun til onnur í ferðsluni og sostatt ert í stórum vanda fyri álvarsligum løsti í einum ferðsluóhappi.
Álagt er øllum til gongu at ganga á gongubreytini ella vegøkslini. Er eingin gongubreyt, er meginreglan, at tú skalt ganga á vegøkslini í vinstru síðu á vegnum, so tú fært mótkoyrandi ferðsluna móti tær. Gakk høgrumegin, um tað annars hevði verið vandamikið, ella um umstøðurnar tala fyri tí.
Gongufólk
Í mun til ferðslulógina fevna gongufólk eisini um tey, sum aka á skíðum, skoytum, rulluskoytum, skateboardi o.l., koyra spælivogn, og tey, sum trilla barnavogn, leiða súkklu ella prutl. Fólk í koyristóli kunnu brúka gongubreyt, vegøksl og gonguteig, um tey koyra við vanligari gonguferð, og tá verða tey mett sum fólk, ið eru til gongu.
Tvørtur um veg
Flestu ferðsluóhapp við fólki til gongu henda, tá fólk skulu tvørtur um vegin. Tí eigur tú at vera serliga ansin, tá tú fert tvørturum. Skalt tú tvørtur um ein veg, eigur tú at nýta gonguteig, um ein slíkur er í nánd. Øll akfør hava víkiskyldu fyri fólki til gongu í gonguteigi. Gakk altíð beina leið tvørturum. Áðrenn tú fert tvørturum, mást tú tryggja tær, at tú ikki ert til ampa fyri ferðsluna.
Børn til gongu
Børn skulu læra at steðga, áðrenn tey fara tvørtur um ein veg. Tey skulu hyggja, lurta og meta, nær trygt er at ganga. Tey skulu vita, at skjótast er at ganga beint tvørturum.
Hóast bilførarar hava víkiskyldu fyri fólki til gongu í gonguteigi, eiga børnini at vita, at tey skulu fáa eygnasamband við bilføraran fyri at tryggja sær, at tey verða sædd, og at bilurin steðgar, áðrenn tey fara tvørturum.
Les meira um børn til gongu.
Til gongu í myrkri
Ert tú til gongu í skýming ella myrkri, eigur tú at nýta endurskin. Tá sæst tú væl, og tað kann fyribyrgja ferðsluóhappi. Hetta er serliga neyðugt um veturin, tá tað er myrkt stóran part av samdøgrinum.
Brúkar tú endurskin í myrkri, minkar vandin við uml. 85%, sambært norska Transportøkonomisk Institutt (TØI).
Vit mæla til
Nýt gongubreyt, um hon er har
Um eingin gongubreyt er, gakk so vinstru meðna, so tú sært mótkoyrandi ferðsluna
Eru tit fleiri, sum ganga á vegi uttan gongubreyt, er tryggast at ganga í eini røð
Nýt gonguteig fyri at sleppa tvørtur um veg, eisini hóast tað er ein umvegur
Er eingin gonguteigur, so far tvørtur um vegin, har sýnið er gott
Hygg væl fyri tær til báðar síður, áðrenn tú fert tvørtur um vegin
Nýt endurskin ella endurskinsvest í myrkri
Gakk ikki aftan fyri ein bil, sum bakkar
Far ikki tvørtur um vegin, fyrr enn bussurin er farin
Lær børnini ferðslureglurnar – og ver ein góð fyrimynd
Ansa tær serliga væl í ferðsluni, um tú ert uppi í árunum
Rennihjól, rulluskoytur, skateboard og segboard
Rennihjól og rulliskoytur
Um tú ert á rennihjóli ella í rulliskoytum, skalt tú fylgja somu reglum sum fólk til gongu. Tað merkir, at tú skalt vera á gongubreytini. Tú fært lættliga nógva ferð, so vís fólki til gongu eyka atlit. Ver varin og tryggja tær, at tú fært bremsað í góðari tíð.
Skateboard og segboard
Hvørki skateboard ella segboard (eisini rópt airboard ella hoverboard) eru loyvd í ferðsluni.
Eitt segboard hevur tvey hjól og líkist eitt sindur einum skateboardi. Tað hevur elektriskan motor, kann koyra upp í 20 km/t, og tú stýrir við tíni javnvág og likamsvekt.
Tað er bara loyvt at brúka skateboard og segboard á privatum øki ella økjum til endamálið. Ikki er loyvt at brúka tey á gongubreyt, súkklubreyt ella á vegnum.