Ferð

Ov nógv ferð

Ferðin er størsti dreparin í ferðsluni. Tað er altjóða skjalprógvað, at tað er beinleiðis samband millum ferð og talið á deyðum og skaddum í ferðsluni. Tess skjótari tú koyrir, tess størri er vandin fyri vanlukku – og tess álvarsligari eru vanlukkurnar. Um øll hildu hámarksferðina, vóru nógv færri vanlukkur.

Hví koyra vit eitt sindur ov skjótt?

Eisini fólk, sum meta seg sum ábyrgdarfullar bilførarar koyra viðhvørt ov skjótt. Kanningar vísa, at hetta m.a. hendir, tí fólk halda, at "tað man fara at ganga". Ofta meta vit tað vandaleyst, tí:

  • Vit hava avmarkaða vitan um avleiðingarnar.
  • "Øll hini gera tað".
  • Tað hevur ofta ikki stórvegis avleiðingar.
  • Fjølmiðlar hava størri fokus á tey, sum koyra alt ov skjótt.
  • Eftir øllum at døma er tað góðtikið í samfelagnum at koyra eitt sindur ov skjótt.

Vandin størstur á landsvegi

Summi halda, at vegir og bilar eru so tryggir, at man eigur at kunna koyra skjótari enn verandi hámarksferð á 80 km/t. Vegirnir eru vorðnir tryggari enn fyri 30 árum síðani, og bilarnir við. Kortini er ov nógv ferð tann faktorurin, sum oftast ger, at ein ferðsluvanlukka gerst ein deyðsvanlukka. Samanbera vit við í Danmark, har tað eisini eru motorvegir, er greitt, at tað júst er á landsvegum, at 2/3 av fólk doyggja í ferðsluni. Í Danmark doyðu í 2013 12 fólk á motorvegi, 63 í býi og 116 á landsvegi.

Tá tú sum royndur bilførari setir teg við róðrið og koyrir eftir landsvegi, kennir tú teg kanska trygga/n at koyra eitt sindur ov skjótt. Men eisini fyri royndar bilførarar henda flest ferðsluvanlukkur á landsvegi. Hetta er orsakað av tí, at hámarksferðin er høg og kortini ofta verður brotin. Samstundis hevur tú mótkoyrandi ferðslu. Tá ferðin er høg, gerast vanlukkurnar álvarsamari.

Góð ráð

Fylg við hámarksferðini

Verður tú steðgað/ur av løgregluni, nyttar ikki at umbera teg við, at tú ikki visti, hvussu skjótt tú kundi koyra.

Hámarksferðin er eisini galdandi, tá tú yvirhálar

Minst til, at tað altíð er ein váði, tá tú yvirhálar. Koyrir bilurin framman fyri 2 km/t seinni enn tú, er skilabetur at lata vera at yvirhála.

Far heimanífrá í góðari tíð

Umframt ein nógv tryggari túr, kemur tú eisini fram uttan strongd. Tað týdningarmesta er ikki, nær tú kemur fram, men at tú kemur fram.

Fylg við ferðmálaranum

Áðrenn tú veitst av, koyrir tú skjótari enn tú grunar – so minst til at fylgja við.

10 km/t ov skjótt sparir tær ikki tíð

Í einum lítlum landi sum Føroyum sparir tú millum sekund og fáar minuttir við at koyra skjótari, enn hámarksferðin ásetir. Minst til, at spardu sekundini standa ikki mát við váðan!

Vegur og veður

Koyr altíð eftir umstøðunum og líkindunum. Vegur og veður hava stóra ávirkan á, hvussu skjótt tú kanst koyra.

Brúka ferðpilotin

Hevur tú ilt við at halda hámarksferðina, kann tað vera góð hjálp at brúka ferðpilotin.

Hámarksferðin er eisini galdandi fyri nýggjar bilar

Tó at tú hevur stoytkoddar og aðra nútímans trygdarútgerð, skalt tú ikki halda, at hon tryggjar teg móti vanlukkum. Í nýggjum bilum hoyrist lítil gangur av motori, veðri og vegi, og verri verður at varnast ov høgu ferðina.

Koyr sinniliga og varðveit yvirlitið

Hygg at vegnum og ferðsluni og koyr róliga røttu megin hámarksferðina. Umframt at koyra tryggari, ansar tú samstundis eftir umhvørvinum og sparir pening.

Vel røttu síðuna av hámarksferðini!

Tað skal so lítið til.

Vandi í mun til ferð

Skærmbillede 2020-12-03 kl. 15.47.13.png

Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tess skjótari tú koyrir. Eisini økist vandin alt eftir vegaskapi og umhvørvi annars. Hetta valdast millum annað um tal av mótkoyrandi bilum, síðuvegum, skeltum og fólki til gongu.

Hvat hendir í kroppinum, tá rent verður á?

Skaðin valdast fyrst og fremst um ferðina hjá bilinum. Tá bilurin rennir á okkurt, henda tríggir samanstoytir: 1) Bilurin rennir á 2) Kroppurin rennir á og 3) gøgnini renna á. Tó at bilurin steðgar, heldur kroppurin áfram við somu ferð, sum bilurin koyrdi, til hann verður loftaður av til dømis trygdarbelti ella rakar rútin/róðrið. Tá kroppurin steðgar, halda innaru gøgnini áfram, og um til dømis hjarta ella livur losna nóg nógv, doyr fólkið ella fær álvarsligar innaru bløðingar.

Ávirkanin á kroppin av samanstoytinum valdast eisini um, hvat slag av akfari tú ert í og vektina á lutinum, ið tú stoytir saman við. Tess størri akfari tú ert í, og tess minni hin luturin er, tess minni skaði á kroppin og øvut. Hetta orsakað av, at tann megin, sum stendst í samanstoytinum, og sum kann hava drepandi ávirkan á kroppin, lutvíst verður absorberað í tí akfarinum, sum tú ert í.

Tí eru fólk til gongu, sum ikki hava ein bil at taka megina í samanstoytinum, munandi viðbreknari enn fólk í bili. Eisini er greitt, at tað ikki er líka stórur vandi at doyggja í frontalum samanstoyti sum í síðusamanstoyti. Hetta tí at akfør eru bygd til at taka størri samansoyt við gronini enn við síðuni av billinum.

Smáar broytingar í ferðini ávirka váðan

Myndin vísir sambandið millum ferð og vandan at doyggja við ymiskum sløgum av samanstoytum, og um bilur rennir á fólk til gongu. Tá talan er um síðusamanstoyt og frontalan samanstoyt, er tað treytað av, at fólk í bilinum eru íbundin trygdarbelti.

Ferðin sæst á x-ásini, meðan vandin at doyggja sæst á y-ásini. Koyrir tú til dømis 80 km/t, og rennir á frontalt, fert tú upp til ljósagráa grafin, og kanst avlesa 30 % – sum vísir vandan at doyggja í slíkum samanstoyti.

Sjálvt lutfalsliga smáar broytingar í ferðini ávirka vanlukku- og skaðaváðan munandi. Koyrir tú 10 km/t ov skjótt, kann tað hava avgerandi týdning fyri, hvussu álvarslig vanlukkan verður.

Visti tú at:

Rennir tú á fólk til gongu við 40 km/t, er vandin hjá fólkinum til gongu at doyggja umleið 30 %. Rennir tú hinvegin á fólk til gongu við 50 km/t, er vandin umleið 70 %.

Hvat hendir, tá ferðin fer upp um 65-70 km/t?

Tað er ein sannroynd, at mark er fyri, hvussu nógva ferð kroppur okkara tolir. Koyrir tú 80 km/t og rennir á, so hjálpir trygdarútgerðin í bilinum ikki meira enn eitt vist. Tú fært kanska ikki løstir uttan, men tú kanst fáa álvarsligar innvortis løstir. Kanningar hava staðfest, at markið fyri, hvat likamið tolir liggur um 65-70 km/t. Í samanstoyti brástøðgar bilurin. Fólk í bilinum verða slongd framyvir, men verða afturhildin av bilbelti og stoytkodda. Gøgnini verða trýst frameftir, sum kann hava við sær álvarsligar løstir.

Keldur: vegvesen.no.

Smá brot munur millum lív og deyða

Danska Havaríkommissiónin hevur greinað hópin av deyðsvanlukkum í ferðsluni. Greiningin vísir, at :

Sjálvt smá brot á hámarksferðina hava við sær, at vanlukkur hava við sær deyða. Brot á hámarksferðina og ferð, har ikki verður koyrt eftir umstøðunum, er avgerandi fyri tal og vav á vanlukkum. Tað er ikki bara, tá koyrt verður alt ov skjótt, at álvarsligar vanlukkur henda. Lutfalsliga lítil ferð og smá brot á hámarksferðina hava eisini lagnutungar avleiðingar Kelda: sikkertrafik.dk

Samband millum ferð og vanlukkur

Ein samanumtøka av altjóða kanningum vísir sambandið millum broytingar í ferð og tali á deyðum. Niðurstøðan er, at

Fellur ferðin við 10 %, fellur talið á deyðum við 40 % Økist ferðin við 10 %, økist talið á deyðum við 50 %. Koyrir ein 90 km/t í staðin fyri 80 km/t, veksur váðin fyri at enda í deyðsvanlukku við 60 %

Kelda: www.toi.no umvegis Sikker Trafik

Reglur og revsing

Tú skalt altíð koyra eftir umstøðunum og vísa fyrilit fyri øðrum. Harumframt eru onnur viðurskifti, ið tú altíð mást leggja uppfyri:

• Standin á vegnum, veðri og sýni

• Standin á bilinum

• Um tú hevur viðfestisvogn

• Ferslureglum annars

Koyr ongantíð skjótari, enn at tú kanst varðveita tamarhaldið á bilinum. Tú mást altíð vera før/ur fyri at steðga bilinum á tí strekkinum, ið tú sært. Harumframt mást tú hava stundir at steðga fyri eini og hvørjari forðing, ið kann koma fyri. Til dømis seyður kann leypa út á vegin, tá tú minst væntar tað.

Revsing

Brot á ásetingarnar um hámarksferð verður vanliga revsað við bót úr 500 upp í fleiri túsund krónur, umframt at talan kann gerast um klipp í koyrikortið, treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

Stødd á bót

Støddin á bótini verður roknað eftir, hvussu nógv ferðin hevur verið, og um talan er um fjølbygt øki ella uttanfyri fjølbygt øki. Eisini eftir um talan er um persónbil og motorsúkklur ella bussar, lastbilar og vognrøð. Omanfyristandandi talva skal lesast soleiðis: Um ein persónbilur á landsvegi við hámarksferð á 80 km/t til dømis koyrir millum 30 og 39 % ov skjótt, er sektargjaldið 1500 kr

Fjølbygt øki

Í fjølbygdum øki má ferðin ongantíð fara upp um 50 km/t, og bótin verður ásett eftir, hvussu nógv ferðin hevur verið, sum liggur omanfyri 50 km/t. Gev gætur, at hámarksferðin í mongum førum í fjølbygdum øki er 30 km/t. Sí eisini brotið um klipp koyrikortið niðanfyri.

Uttanfyri fjølbygt

Uttanfyri fjølbygt øki má ferðin ongantíð fara upp um 80 km/t, og bótin verður ásett eftir, hvussu nógv ferðin hevur ligið omanfyri 80 km/t. Á ávísum økjum kann hámarksferðin vera niðursett, sum er lýst við skelting á staðnum. Ferðin má sjálvsagt ongantíð fara upp um ásettu hámarksferðina.

Klipp í koyrikortið

Klipp í koyrikortið verður givið, um tú í fjølbygdum, ella uttanfyri fjølbygt øki við persónbili ella motorsúkklu koyrir við 21 km/t ella meiri enn loyvdu hámarksferðina.

Brýtur tú hámarksferðina við meiri enn 30 km/t, fært tú treytaða frádøming og við meiri enn 50 km/t, fært tú treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

Fyri koyring við bussi, lastbili og vognraði fært tú klipp í koyrikortið, um tú hevur koyrt við eini ferð, ið fer meira enn 15 km/t upp um loyvdu hámarksferðina, treytaða frádøming við meiri enn 20 km/t og treytaleysa frádøming, um ferðin fer upp um 40 km/t av loyvdu hámarksferðini.

Er talan um øki, har lægri ferðavmerking er ásett, verður klipp givið, um tú brýtur hámarksferðina við meiri enn 16 km/t og við meiri enn 20 km/t eina treytaða frádøming. Brýtur tú hámarksferðin við meiri enn 40 km/t, fært tú treytaleysa frádøming.

80 ella 90 í Føroyum?

Millum manna verður ofta havt á lofti, at vegirnir í Føroyum eru so góðir og bilarnir tað sama, at hámarksferðin átti at verið sett upp í 90 km/t, har sýnið er gott og vegurin annars er góður. Landsverk greinaði møguleikan fyri hesum í 2008, og kom til hesar niðurstøður:

Vegirnir mugu verða tillagaðir

  • Verður avgerð tikin um at seta hámarksferðina upp um 80 km/t, mugu vegirnir lagast til broytingina. Gamaní eru føroysku vegirnir góðir, men sum er, eru flestir vegir ikki gjørdir til, at vit kunnu koyra skjótari enn 80 km/t á teimum. Trupulleikin er, at sjálvur vegabygnaðurin – t.e. geometriin, bugar og hall – er ikki gjørdur til tað.
  • Eitt tilmæli í ferðslutrygdarætlanini LEINKI er, at um ferðin skal verða omanfyri 80 km/t, skal vegastokkur (autoverja) verða settur millum akbreytirnar. Breytirnar mugu við øðrum orðum skiljast sundir, so at tað ikki ber til at yvirhála.
  • At breiðka ein veg, so pláss verður fyri eini autoverju í miðjuni, kostar umleið 5 milliónir krónur fyri hvønn km. Harafturat kemur autoverjan, sum kostar 1 millión fyri hvønn km. Sostatt hevði tað kostað til samans uml 150 milliónir kr, um vit t.d. skuldu lagað seks útvald vegastrekki til eina hámarksferð á 90 km/t. Tað hevði verið kostnaðurin fyri at breiðka vegin og seta upp autoverju.

Munur á 80 og 90

  • Vandin við at hækka ferðhámarkið úr 80 upp i 90 km/t er, at hugsandi er, at fólk so fara at koyra uppaftur skjótari. Hugsast kann, at nýggja hámarksferðin eisini kemur undir trýst, so at fleiri av teimum, sum í dag koyra 90, tá fara at koyra omanfyri 90.
  • Eisini er hugsandi, at ferðmunurin millum tey løttu/skjótu akførini og tey tungu/seinu fer at økjast, um hámarksferðin verður sett upp. Tað verður verri at yvirhála, tí at breytirnar verað sundurskildar, og trupulleikar kunnu standast av vegamotinum. Samstundis vísa kanningar, at ferðsluóhappini gersast álvarsligari, tá ið ferðin verður sett upp.

Vansarnir viga mest

  • Vansarnir við at hækka hámarksferðina eru sostatt nógvir. Tann størsti er, at óhappini gerast álvarsamari. Avleiðingarnar av at gera ein feil gerast størri. Harafturat verða sannlíkindini fyri óhappum størri. Eisini vera færri yvirhálingarmøguleikar, tí sýnið skal vera enn betri fyri at kunna yvirhála.
  • Fyrimunurin við at hækka hámarksferðina er, at tu sparir tíð, men í einum so lítlum landi sum okkara er avmarkað, hvussu nógv tíð er at spara í so máta. Sum dømi kann verða nevnt, at koyrir tú 90 km/t, heldur enn 80 km/t, sparir tú 5 sekund fyri høvnn koyrdan km. Sparda tíðin tilsamans fyri seks útvald strekki er góðar tveir minuttir. Millum Havnina og Klaksvík sparir tú til dømis hálvanannan minutt.
  • Samanumtikið eru fyrimunirnir við at seta hámarksferðina upp ikki so stórur, at teir kunnu viga upp ímóti vansunum. Og ivasamt er, um íløgurnar fyri at tillaga vegakervið til eina hámarksferð omanfyri 80 km/t standa mát við spardu tíðina.
  • Samanumtikið eru ráðini tí at minka trýstið á spitaran. Koyrir tú 80 heldur enn 90 km/t, minkar vandin fyri at doyggja av eini ferðsluvanlukku 60%. Tú kanst ikki verja teg móti øllum í ferðsluni, men tú kanst verja teg ímóti at koyra ov skjótt. Tað er títt val!

Les grein í fullum líki: WRRUUM – ferðhámark undir trýsti . Høvundur: Armgarð Steinhólm, verkfrøðingur og leiðari á Ferðsludeplinum. Ársfrágreiðing 2008 hjá Landsverki.