Endamál

Ráðið fyri Ferðslutrygd er landsfevnandi ráð, sum virkar fyri, at so fá, sum til ber, doyggja ella fáa álvarlsigt mein í føroyska vegakervinum.

Menniskansligir feilir liggja aftanfyri næstan allar deyðsvanlukkur á vegunum. Endamál okkara er tí at betra ferðsluvanar við upplýsing og fjølbroyttum fyritaksemi. Vit fremja átøk og gera kunnandi tilfar um ferðslutrygd eins og vit leggja okkum eftir at geva sakliga kunning um øll tey viðurskifti, sum eru til ampa fyri ferðslutrygdina. Vit fylgja neyvt við hagtølum og eru hoyringarpartur í sambandi við lógarbroytingar, sum viðvíkja ferðslutrygd. Gjøgnum viðtøkur okkara hava vit ábyrgd fyri undirvísingartilfari og at stuðla ferðsluundirvísingini.

Støði verður tikið í Nullhugsjónini og Ferðslutrygdarætlanini.