Eldri til gongu

Flestu óhapp við eldri fólki til gongu henda, tá tey skulu tvørtur um vegin við ein krossveg. Óhappini henda, tí at eldri fólk ganga seint og kunnu hava ilt við at meta um frástøðu og ferð hjá bilunum. Av tí at eldri fólk vanliga eru viðbrekin, fáa tey ofta álvarsamari løst enn onnur í ferðsluóhappi.

Slepp undan óhappi

  • Far tvørtur um vegin, har tað er trygt. Stytsta leiðin er ikki altíð tryggasta leiðin.

  • Gongur tú seint, so far til gongu, beint sum ljósið verður grønt.

  • Skiftir ljósið til reytt, meðan tú ert á gonguteiginum, so halt fram tvørturum.

  • Tú ert sjónligari, um tú ert í ljósum klæðum, tá tað er myrkt.

  • Brúka endurskin í myrkri.

  • Ver kropsliga virkin.

  • Slepp tær undan hálum gongubreytum.

Dett ikki

Stúrir tú fyri at ganga á gongubreyt, har undirlagið er ójavnt, ella ljósið er vánaligt? Tú kanst í ein mun at fyribyrgja falli …

  • … um undirlagið er javnt uttan hol og ójavnar flísar.

  • … um eingi skelti, súkklur og annað standa á gongubreytini, so trupult er at sleppa framvið.

  • … um ljósið er gott.

Tú kanst seta teg í samband við teknisku deild hjá kommununi, um tú heldur, at ávísar gongubreytir hava tørv á ábótum.