Hagtøl

Tíverri hava vit í mun til grannalond okkara ikki so djúptøkin hagtøl at vísa á. Gongdin seinnu árini hevur verið, at talið á deyðum og skaddum í ferðsluni hevur verið lækkandi. Tó langt frá líka nógv sum í grannalondum okkara.

Ferðsluóhapp í Føroyum

 

Deyð í ferðsluni í Føroyum

 

- í mun til aldur

 

- í mun til kyn

- í mun til bilatal

Á myndini síggjast tal á deyðum við bláum og tal á bilum við reyðum. 

 

Skrásetingarnar av bilatali byrjaðu í 1950'unum. Í 1969 vóru 3001 bilar í Føroyum. Frammanundan doyðu árliga 2-3 fólk í meðal. Tá sjeytiárini komu, broyttist samfelagið nógv. Samferðslukervið varð útbygt við nýggjum vegum og tunlum, fólk fingu fleiri pengar um hendi, og bilatalið øktist. Hámarksferðin varð hækkað úr 60 upp í 80 km/t í óbygdum øki og upp í 60 km/t í bygdum øki.  Í 1974 vóru 6.825 bilar í landinum og í 1981 fleiri enn 12.000.

Vóru vanlukkutølini í sjeytiárunum ein fyriboðan um, hvat henda kundi, tá bilatalið øktist, og vegirnir gjørdust betri, so staðfestu áttatiárini, at tað var deyðans álvari at stuttleika sær í bili. Ferð eftir ferð doyðu ungfólk í ferðsluni hesi árini. Níggju fólk vóru deyð. Rúsdrekka og ov nógv ferð vóru í flestu førum orsøkin. Í 1986 var ásett í ferðslulógini, at fólk skuldu sita íbundin trygdarbelti. 

Í nítiárunum minkaði talið á deyðsvanlukkum, hóast bilatalið var høgt. Orsakirnar vóru helst, at ferðslulógin varð herd, herundir, at kravt varð, at fólk skuldu sita íbundin trygdarbelti, og at vegirnir vórðu tryggari. Í 1988 varð ásett, at bilførarar mistu koyrikortið, høvdu teir meira enn 0,8 promillu í blóðinum. Áðrenn tað var promillumarkið 1,0. Eisini varð ásett, at bilførarar mistu koyrikortið, fóru teir meira enn 30 km/t upp um mest loyvdu ferð. Í 2009 var promillumarkið fyri rúsdrekka lækkað niður í 0,2, sum í roynd og veru merkir, at hevur tú drukkið, kanst ikki koyra bil. 

Seinastu 10 árini (pr. 2015) hevur talið á deyðum í ferðsluni í meðal verið knappliga fýra um árið. Hetta eru munandi fleiri enn í Noregi, Svørík og Danmark, verður uppgjørt pr. 100.000 íbúgvar.

Deyð pr. 100.000 í Norðurlondum

Hugburðskanningar

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í nøkur ár arbeitt við at fáa til vega hagtøl, sum geva eina ábending um hugburð og atburð føroyinga í mun til ferðslu. Niðanfyri ber til at velja millum nøkur yvirskipað evni, har talvur vísa, hvussu føroyingar svara ymsum spurningum viðvíkjandi ferðslu. Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjørt kanningarnar fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Kanningarnar snúgva seg um:

Ferð | Rúsdrekka | Gáloysni | Vinnubilar

Hugburðskanningar um ferð

ferd 2017.jpg
ferd 2017 aldur.jpg
ferd 2017 skjotari hamark ar.png
ferd 2017nskjotari hamark kyn.png
11 besti hattur kyn.jpg

Gallupkanningar um rúsdrekka

rusdrekka ofta haegrai 02.jpg
rusdrekka i lagi.jpg
rudsrekka roynt at forda 2015.png

Gallupkanningar um gáloysni

galoysni tos.jpg
galoysni sms.jpg
hvat skal til.jpg
vandi lesa sms.jpg
vandi tosa fartlf.jpg
vandi koyra linur.jpg
vandi hampa saer.jpg
vandi rus tos.jpg

Gallupkanningar um eygleiðingar hjá føroyingum av vinnubilum

2 ofta skjott.jpg
1 ofta handhildna.jpg
7 hugburd fyritoku baedi.jpg
8 fyritoka soc abyrgd.jpg