Uttanlands í bili

Túsundtals føroyingar fara á hvørjum ári av landinum at ferðast. Nógv hava egnan bil við sær, og onnur leiga bil í útlandinum.

Langir teinar, ein ovfyltur bilur, ónøgd børn og ein troyttur bilførari kunnu gera biltúrin til eina sanna avbjóðing. Tí mugu bæði bilur og bilførari vera væl fyri áðrenn fráferð. Tá tú ert í feriu, koyrir tú ofta á ókendum støðum og fremmandum umstøðum. Ferðslan kann vera nógv, og mong atlit eru at taka. Halt hámarksferðina, handfar møguligar seinkingar og minst til at halda steðg av og á. Og hav í huga, at ein fulllastaður bilur hevur aðrar koyrieginleikar enn ein bilur uttan viðføri.

Áðrenn fráferð

Pakka bilin rætt

Lat ikki leysar lutir liggja inni í bilinum, tí tú kanst fáa teir sendandi í nakkan ella aðrastaðni, um tú bráðsteðgar ella rennir á. Sjálvt smærri, leysir lutir kunnu elva til stóran skaða. Tá bilurin er fyltur við viðføri, skal meira luft í dekkini, um bilurin skal hava besta vegtakið.

Leysir lutir eru vandamiklir

Allir tungir lutir í bilinum skulu spennast fastir ella leggjast í rúm og lummar. Fá allar lutir niður á dúrkið. Leysir lutir eru vandamiklir í samanstoyti: eitt nú vigar ein hálvliturs sodavatnsfløska 30 ferðir so nógv, tá hon flýgur gjøgnum luftina í samanstoyti. Fløskan vigar sostatt 15 kg og kann elva til stóran skaða.

Viðføri

Legg tyngstu lutirnar niðast í viðførisrúminum og heilt inn móti miðjuni, so bilurin gerst so stabilur, sum til ber. Lættir lutir kunnu leggjast á viðførisberan á takinum ella í eina takboks. Tungt viðføri á takinum ger bilin óstabilan.

Stationcar

Koyrir tú í stationcar, kanst tú brúka reimarnar í viðførisrúminum at spenna viðførið fast við. Set uppfyri millum viðførisrúm og ferðafólkarúm við t.d. einum rimaverki.

Tillaga koyringina

Bilurin er øðrvísi at koyra, tá hann er fult lastaður. Koyr varligari enn tú plagar og halt frástøðu til bilarnar frammanfyri.

Kanna bilin

Út at ferðast? Ger bilin kláran til langa túrin. Eftirkanna eitt nú:

  • Bremsur og bremsuløg
  • Køliskipan og kølievni
  • Motorolju og oljufiltur
  • Dekk
  • Ljós og lyktir
  • Luftskiftisskipan (aircondition)

Eisini er gott at vaska og tøma bilin, so hann er góður at vera í.

Útgerð

Tá tú koyrir uttanlands, mást tú minnast til, at reglurnar um lógarkravda útgerð eru ymiskar, alt eftir hvar tú ert. Í flestøllum londum er tó krav, at fólk, sum fara úr bilinum ella av motorsúkkluni á motor- ella landsvegi, skulu vera í endurskinsvesti. Tað kann gerast viðkomandi, um bilurin punkterar ella í sambandi við samanstoyt. Hav tí ein endurskinsvest liggjandi í bilinum.

Koyrir tú í Europa, er skilagott at hava hesa útgerð tøka:

  • Endurskinsvest
  • Ávaringartríkant
  • Fyrstuhjálpartasku
  • Eyka sett av perum
  • Eldsløkkjara
  • Lummalykt

Les um kravda útgerð, ferðslureglur o.a. í ymsu europeisku londunum á fdm.dk (Forenede Danske Motorejere).

Løð fartelefonina

Syrg fyri, at fartelefonin altíð er lødd, tí tú kanst fáa brúk fyri at senda boð eftir hjálp.

Undirhald til børnini

Minst til leikur, filmar, bøkur ella ljóðbøkur, so børnini ikki keða seg. Ljóðbøkur eru eitt gott hugskot. Tit kunnu lurta saman, ella børnini lurta í oyratelefonum, so friður er í bilinum.

Skjøl o.a.

Minst til at hava øll viðkomandi skjøl við. Kanna fyri einstaka landið, hvørji krøv eru galdandi. Tú skalt altíð minnast til:

  • Koyrikortið
  • Upprunaliga skrásetingarskjalið hjá bilinum
  • FO-frámerki – góðkent frámerki skal vera aftan á bilum og húsvognum, tá teir eru uttanlands. Merkið fæst á Akstovuni
  • Reyða kortið (skrokktrygging)
  • Grøna kortið – er kravt í ávísum londum uttan fyri ES
  • Umhvørvismerki – eru kravd í ávísum týskum býum
  • Neyðtelefonnummar

Ymisk krøv eru í ávísu londunum. T.d. eru umhvørvismerki kravd í summum týskum býum, og í Fraklandi skulu allir bilar hava ein alkoholtestara.

Set teg í samband við títt tryggingarfelag fyri at hoyra, hvat tú skalt hava við tær.

 
 

Meðan tit koyra uttanlands

Halt nógvar steðgir

Skalt tú koyra langt? So er neyðugt at steðga javnan. Annanhvønn tíma er eitt gott mið. Far úr bilinum, fá fríska luft og strekk tær beinini. Eru børn í bilinum, er gott hjá teimum at sleppa út at brenna eitt sindur av orku. Steðga á, áðrenn møðin vísir seg. Lat onkran annan koyra, fá tær ein kopp av kaffi ella hvíl teg eina løtu.

Gáloysni

Hugsavna teg um vegin og ferðsluna. Tá fólk ferðast í bili, koyra tey ofta 'skeivar' tíðir á samdøgrinum og á vegum, tey ikki kenna. Tí krevst stórt uppmerksemi. Lat onnur lata upp vatnfløskur, posar o.a. fyri teg, so tú fært savnað teg um at koyra. Tú kanst eisini bíða, til tit steðga á. Skalt tú tosa í telefon, so steðga bilinum, tá tað ber til.

Børn í bilinum

Børn keða seg skjótt. Halt tey virkin við leikum, filmi ella bókum. Eru tit tvey vaksin í bilinum, skal annar koyra, meðan hin tekur sær av børnunum.

Gev teimum frukt og vatn heldur enn góðgæti og sodavatn. Sukur hevur við sær, at tey verða meira virkin, og tað gerst ófriðarligt í bilinum.

Lat børnini hyggja at filmi ella tak nakrar ljóðbøkur við. So kunnu tit øll lurta saman, ella børnini kunnu lurta við oyratelefonum.

Et og drekk sunt

Drekk ríkiligt av vatni og et frukt og grønmeti heldur enn góðgæti. Sunnar matvørur tryggja, at tú kennir teg væl leingi. Sodavatn og góðgæti eru bara stimbrandi eina lítla løtu.

Bilurin er tyngri enn vant

Hav í huga, at vektin á bilinum kann økjast upp í 40%, tá hann er fullur. Tað hevur við sær, at bremsilongdin økist, og tað tekur longri tíð at steðga. Koyr varliga.

Fylg við veðurvánunum

Kunna teg um veðrið og støðuna á vegnum. Stórur munur er á hita og avfalli í ymsum londum og landslutum.

Um óhappið hendir

Spyr títt tryggingarfelag, hvønn tú skalt venda tær til, um tú skuldi verið fyri ferðsluóhappi uttanlands.

Møði á biltúrinum

Tú eigur ikki at kenna møði á tær, tá tú fert at koyra. Hevur tú verið í gongd allan dagin, mást tú hvíla teg fyrst, tí tað ávirkar trygdina. Gransking vísir, at tá tú hevur koyrt í samfeldar átta tímar, er vandin fyri óhappi dupult so stórur.

Eru tit fleiri, sum hava koyrikort, so skiftist um at koyra. Sambært Euro NCAP er møði ein viðvirkandi orsøk til 20% av álvarsligum ferðsluvanlukkum.

Vanlig tekin um møði

  • Eyguni kennast tung
  • Tú geispar
  • Tú minnist ikki, hvat er farið fram seinastu løtuna

Tá møðin nívur

  • Steðga á einum steðgiplássi og hvíl teg í 15-20 min
  • Gakk ein túr og fá fríska luft
  • Drekk ein kopp av kaffi

Et sunt

  • Tak ríkiligt av vatni við til túrin. Eitt gott hugskot er at hava frukt og grønmeti við, sum tit kunnu eta, meðan tit eru ávegis, um blóðsukrið fellur.

10 ráð uttanlands

Les okkara 10 góð ráð, áðrenn tú fert uttanlands við bili.

1. Minst til hámark og frástøðu

Koyrir tú skjótari, enn tað er loyvt, økist vandin munandi, og kjansurin fyri, at tað endar heilt galið, økist eisini. Bremsilongdin økist við 25 metrum, um tú koyrir 100 km/t heldur enn 80 km/t. Fyri at halda rætta frástøðu, er gott at minnast tummilsregluna, at telja: ”1001, 1002 og 1003” millum tín bil og bilin frammanfyri.

2. Drekk ikki alkohol

Promillumarkið er ymiskt í ymsum landum. Summastaðni kanst tú drekka eitt glas av víni og vera røttu megin í lógini. Men tað kann vera skjótt at drekka meira enn ætlað, og vandin fyri ferðsluóhappi økist munandi við heilt lágari promillu.

3. Nýt trygdarbeltið

Øll í bilinum skulu sita íbundin. Børn skulu sita í bilstóli, sum hóskar til teirra vekt. Djór skulu eisini tryggjast. Tryggast er at hava størri djór í sterkum flutningsbúri, sum verður spent fast í viðførisrúminum. Smá djór kunnu setast á dúrkið í búri, sum stendur fram móti framsetrinum.

4. Pakka skilagott.

Ofta er bilurin fyltur við viðføri, tá vit ferðast uttanlands. Koyrieginleikarnir hjá einum fulllastaðum bili broytast. Pakka tyngstu lutirnar niðast og so langt fram í viðførisrúminum, sum til ber. Bara lættir lutir kunnu fara í takboksina, í mesta lagi 50-75 kg. Lat ikki leysar lutir liggja í ferðafólkarúminum í bilinum. Eitt myndatól, sum vigar 2 kg, fær eina megi samsvarandi 110 kg, um ein bilur bráðsteðgar við 70 km/t.

5. Minst til trygdarvest og ávaringartríkant

Lat trygdarvest og ávaringartríkant vera lætt atkomulig. Hendir eitt óhapp á motor- ella landavegi, eigur tú at lata teg í vestin, um tú fert út úr bilinum – eisini ljósari summardagar.

6. Hugsa um børnini

Til ber at fáa tablettir fyri bilverk, og hesar kunnu vera hentar at geva børnum, tá tit eru longri biltúrar. Lat ikki børnini eta ov nógv søtt áðrenn biltúrin.

8. Kanna dekk og lufttrýst

Ov nógv ella ov lítið av luft í dekkunum avmarka vegtakið og trygdina. Lufttrýstið skal lagast eftir mátunum á dekkunum, ferðini, og hvussu nógv bilurin er lastaður. Stór ferð og tung last krevja hægri lufttrýst enn býarkoyring við lítlari last. Slitin dekk økja vandan fyri ’aquaplanning’ í regni og á heitum asfalti.

9. Avmarka fartelefonnýtsluna

Handhildin fartelefon er bannað hjá bilføraranum. Kanningar vísa tó, at sjálv samrøðan eisini tekur uppmerksemið burtur frá koyringini, eisini við handfríari útgerð. Avmarka tí samrøðurnar og brúka als ikki telefon, tá koyriumstøðurnar og ferðslan eru krevjandi.

10. Neyðnummar

Lær teg neyðnummarið í landinum, tú koyrir í. So hevur tú fyrireikað teg, um so er, at óhappið skuldi hent.