Rúsdrekka í ferðsluni

Rúsdrekka er ein hin fremsta orsøkin til, at fólk doyggja og fáa álvarsligt mein í ferðsluni. Í grundini er fimta hvør deyðsvanlukka orsakað av rúsdrekkakoyring.

Fært tú dóm fyri rúsdrekkakoyring, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar. Bæði fyri teg, familjuna og starvið hjá tær. Revsingin er tengd at, hvussu høg promillan er, og hvussu ofta tú áður hevur koyrt við kenning.

Hvussu steðga vit rúsdrekkakoyring?

Besta loysnin er leggja kvøldið til rættis. Semjist frammanundan um, hvør koyrir heim, ella latið bilin standa.

Varnast tú onkran, sum ætlar at koyra, hóast viðkomandi hevur drukkið, eigur tú leggja uppí – eisini hóast tað kann vera trupult. Spyr viðkomandi, um tað ikki er líka smart at ringja eftir einum taxa ella bjóða viðkomandi heim til tín at gista.

Promillumark

Promillumarkið í Føroyum hevur síðan 2009 verið 0,2. Tað merkir, at um tú hevur smakkað tær á, skalt tú ikki koyra bil. Grundin til, at markið ikki er á 0,0, er, at summur heilivágur og matur inniheldur eitt vet av rúsdrekka og sostatt ávirkar promilluna.

Tá tú smakkar tær á, ávirkast sansir, rørslur og førleikar at kalla beinanvegin.

Rúsdrekkakoyring í Føroyum

Kanningar vísa, at flestallir føroyingar taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring. Hagtøl hjá løgregluni vísa, at síðan promillumarkið varð flutt niður á 0,2 í 2009, er talið á teimum, ið eru tikin fyri rúsdrekkakoyring, lækkað munandi. Talvan niðanfyri vísir gongdina síðani 2005 (Kelda: www.politi.fo).

Hóast talið er lækkandi, vórðu í 2014 í miðal tikin tvey fólk um vikuna fyri rúsdrekkakoyring. Vandin lúrir sostatt á føroysku vegunum, og rúsdrekkakoyring er framvegis ein hóttan móti ferðslutrygdini.

Promilla

Rúsurin valdast, hvussu høg promillan er. Promillan vísir, hvussu nógv alkohol tú hevur í blóðinum. Promilla merkir túsundapartur og verður skrivað ‰. Er hon 0,5, merkir tað, at tú hevur 0,5 ml av alkoholi í hvørjum litri av blóði.

Promillan er tengd at eitt nú:

Vekt – Tess meira tú vigar, tess meira alkohol skal til fyri at ávirka promilluna.

Kyni – Promillan hjá kvinnum ávirkast vanliga skjótari enn hjá monnum.

Alkoholniðurbróting – Hvussu væl livurin megnar at niðurbróta alkoholið. Evnisbrenningin hjá fólki er ymisk.

Promilla 0,21- 0,50: Eingin rættarsiðvenja er fyri hesum enn – dómarin avger hetta.

Promilla 0,51 og hægri: Frádøming í 5 ár.

At máta promillu

Nágreiniligasta mátið fyri alkoholpromilluna fæst við eini blóðroynd. Hevur løgreglan illgruna um, at tú hevur drukkið ov nógv til at kunna koyra bil, verður blóðroynd tikin.

Í ferðsluni nýtir løgreglan tó eitt tól, eitt alkometur, sum kann máta, hvussu nógv alkohol er í útandingarluftini. Alkometrið vísir, hvør promillan sannlíkt er. Vísir mátingin ov høga promillu, skal blóðroynd takast, sum vísir nágreiniligu promilluna.

Vanliga gongur ein løta, frá at løgreglan hevur mátað útandingarluftina, til blóðroyndin verður tikin á sjúkrahúsinum ella hjá læknanum. Tí verður skrásett, nær mátingin við alkometri varð gjørd. Tá blóðroyndin verður tikin, verður roknað út, hvussu nógv alkohol tú hevur brent, síðani tú blásti í alkometrið. Soleiðis kann promillan við handtøku ásetast.

Soleiðis ávirkar rúsdrekka likamið

Tá ið tú drekkur, ávirkar tað likamið og sansirnar og harvið evnini at koyra bil.

  • Sjónin versnar, og tú sært verri í myrkri ella í mjørka. Blindar ein mótkoyrandi bilur teg, gongur longri tíð, til tú fært sjónina aftur.
  • Viðbragdstíðin (reaktiónstíðin) leingist, har tú reagerar seinni í ferðsluni, og tað kann vera vandamikið.
  • Evnini at savna teg um eitthvørt versna.
  • Økt bráðlyndi og aggressivitetur.
  • Rørslur, sum vanliga eru róligar, gerast ófantaligar, til dømis tá tú ætlar at bremsa ella venda.
  • Minnið versnar, og tú gloymir kanska at blinka, hyggja í síðuspegl, ella tú gloymir víkiskylduna.
  • Veruleikasansurin versnar, har tú yvirmetir tíni evni í ferðsluni.

Promillu fyri promillu

0,2 promilla: Eyguni hava ilt við at fokusera og umstilla seg frá ljósi til myrkur.

0,5 promilla: Tú hevur eina lítla kenning, og evnini at fata støður eru verri, og neyvar rørslur gerast truplari. Sjónarvíddin minkar.

0,8 promilla: Kropsligu samskipanarevnini versna og viðbragdstíðin (reaktiónstíðin) leingist.

1,0 promilla: Uppmerksemið og evnini at hugsavna seg vikna. Tú vilt sova og hevur ilt við at halda javnvágina.

1,5 promilla: Rørsluførleikarnir versna, og trupult er at tosa. Tú hevur ilt við at minnast.

2,0 promilla: Tekin um eitran koma fyri, og sjálvstamarhaldið hvørvur.

3,0 promilla: Tamarhaldið á bløðruni hvørvur. Tú kanst fella í óvit og vera í lívsvanda.

4,0 promilla: Tú hevur mist vitið og ert í lívsvanda.

Keldur: Sikker Trafik og www.sundhed.dk

Rúsdrekkabrenning

Tað er ikki til at siga akkurát nær, tað er ráðiligt at koyra bil aftur, eftir at tú hevur drukkið. Tað er ymiskt, hvussu skjótt fólk brenna alkohol, og m.a. vekt og kyn spæla ein leiklut. Talvan niðanfyri vísir, hvussu langa tíð tað tekur at brenna eina alkoeind (ein "genstand"), alt eftir hvussu nógv tú vigar.

Ein alkoeind er 1,5 cl ella 12 g av reinum alkoholi. Tað samsvarar við ein pilsnara (33 cl) ella eitt glas av víni (12 cl).

rúsdrekkabrenning

Kelda: Sikker Trafik

Talvan vísir, hvussu ilt er at siga, nær tú kanst koyra aftur. Drekkur tú til seint á nátt, kanst tú møguliga ikki koyra, fyrr enn út á seinnapartin dagin eftir.

Fyribyrging

Nógv tey flestu sita saman við øðrum og drekka, áðrenn tey koyra ávirkað. Um tú varnast onkran, ið ætlar at koyra við kenning, mást tú leggja uppí. Tú kanst skriva út eina A4-plakat, sum tú finnur niðanfyri. Her er eisini ein skermmynd, tú kanst taka niður og seta á skermar í veitsluhøli, skúla ella arbeiðsplássi. 

Soleiðis koma tú og vinirnir trygt heim:

  • Avtala áðrenn veitsluna, hvør koyrir heimaftur
  • Ert tú vertur, bjóða so eisini drykkir uttan alkohol
  • Bílegg gestunum taxa heim ella bjóða teimum at gista

Soleiðis steðgar tú vinunum at koyra:

  • Sig hvussu illa, tær dámar, at viðkomandi koyrir
  • Tosa viðkomandi frá at koyra og tak møguliga billyklarnar
  • Fá onnur at hjálpa tær at tosa viðkomandi frá at koyra
  • Ring eftir taxa og læn viðkomandi pengar fyri túrin
  • Bjóða teg fram at koyra, um tú ikki hevur drukkið
  • Um viðkomandi kortini koyrir – so ring til løgregluna á 35 14 48

GG: Tá tú forðar vinfólki at koyra við kenning, gert tú teimum eina stóra tænastu.

 

Tak niður plakat og skermmynd

 

Revsing

Revsingin fyri rúsdrekkakoyring veldst um, hvussu høg promillan er, og um tú áður hevur verði tikin við kenning. Tess hægri promilla, og tess oftari tú hevur verið tikin, tess harðari verður revsingin.

Fyrstu ferð tú verður tikin

Promilla 0,21–0,5: Treytað frádøming av koyrirættinum.

Promilla 0,51-1,20: Frádøming av koyrirættinum í 1 ár. Tvs at tú missir rættin at koyra bil og kanst taka koyrikortið av nýggjum eitt ár eftir dómin.

Promilla 1,21–: Frádøming í 3 ár. Tvs at tú missir rættin at koyra bil og kanst taka koyrikortið av nýggjum 3 ár eftir dómin.

Promilla hægri enn 2,0: Kann geva fongsulsrevsing í 1½ ár.

Treytað frádøming merkir, at tú skalt taka koyrikortið av nýggjum. Tá tú kemur til royndina, verður koyrikortið latið Akstovuni. Stendur tú royndina, fært tú koyrikortið aftur. Stendur tú ikki, hevur tú einki koyrikort, men kanst sleppa til nýggja roynd nakrar dagar seinni.

Aðru ferð

Promilla 0,21- 0,50: Eingin rættarsiðvenja er fyri hesum enn – dómarin avger hetta.

Promilla 0,51 og hægri: Frádøming í 5 ár.

Triðju ferð

Promilla 0,21-0,50: Eingin rættarsiðvenja er fyri hesum enn – dómarin avger hetta.

Promilla 0,51 og hægri: Frádøming í 10 ár.

Tú kanst fáa varandi treytaleysa frádøming, um tú hevur framt eitt ella fleiri álvarsom koyrimistøk, har koyringin førdi til álvarsligan persónsskaða, ella um tú áður hevur brotið ferðslulógina, soleiðis at ein varandi frádøming verður mett neyðug fyri rættarkensluna.

Fjórðu ferð (og framyvir)

Promilla 0,21 – 0,50: Eingin rættarsiðvenja er fyri hesum enn – dómarin avger hetta.

Promilla 0,51 og hægri: Treytaleys frádøming í 10 ár.

 

Bøtur

Fyrstu ferð tú verður tikin

Promilla 0,21 – 0,80: 4.000 kr. í bót

Promilla 0,8 og hægri: Sum 2. ferð og oftari – sí niðanfyri.

Aðru ferð (og oftari)

Bøturnar koyring verða ásettar sum ein netto mánaðarløn faldað við støddini á alkoholpromilluni, tó ongantíð minni enn 5.000 kr.

Dømi: Promilla 1,5 og nettoløn kr. 12.000: 12.000 * 1,5 = 18.000

Rúsdrekka- og ferðsluskeið

Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst ella treytað vegna rúsdrekkakoyring, skalt tú, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava lokið R/F-skeið (rúsdrekka- og ferðsluskeið). R/F-skeiðið hevur 4 undirvísingareindir á 2 1/2 tíma yvir í minsta lagi 4 vikur. Møtiskylda er til allar undirvísingareindirnar. Eftiransandi koyriroyndin skal verða staðin í seinasta lagi eitt ár efir lokið R/F-skeið.

R/F-skeið hevur til endamáls at herða tilvitanina um, at rúsdrekka og bilkoyring ikki hoyra saman. Her fært tú innlit í og fatan av teimum likamligu og sálarligu viðurskiftunum, sum hava við rúsdrekka og ferðslu at gera. Eisini fært tú hjálp til at leggja ætlan fyri, so at rúsdrekkakoyring ikki endurtekur seg.

 

Okkara hugburður

Vit mæla til ymisk tiltøk fyri at minka um talið av vanlukkum í ferðsluni, sum standast av rúsdrekka.

Rúsdrekka og koyring er hvør sítt

Við 0,2-promillumarkinum er greitt, at tá vit hava drukkið rúsdrekka, kunnu vit ikki koyra bil. Hesum marki skulu vit halda áfram við.

Hert løgreglueftirlit

Revsingin fyri rúsdrekkakoyring er herd, men tað hevur lítla ávirkan, um sannlíkindini at verða tikin eru lítil. Løgreglan eigur tí at hava økt tilfeingi til at gera rúsdrekkaeftirlit í ferðsluni. Tess sannlíkari tað er at verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, tess fleiri halda seg frá at koyra ávirkað.

Alkolás

Vit mæla til, at møguleikin fyri at seta alkolás í bilar hjá alkoholmisnýtarum, sum eru dømdir fyri rúsdrekkakoyring, verður kannaður. Støða skal takast til, um hetta skal vera fyrstu ferð, man verður tikin, ella um tað skal vera 2. ferð og fylgjandi. Alkolásið fyribyrgir, at man tendrar bilin og koyrir við kenning. Fólk, ið misnýta rúsdrekka, ella vara av einum, sum ger, eiga at seta alkolás í bilin fyri at fyribyrgja rúsdrekkakoyring.

Frámæla alkotestarar

Vit meta ikki, at alkotestarar til privata nýtslu eru nóg álítandi. Tað er vandamikið, um alkotestarin verður brúktur, tí fólk kunnu drekka upp til markið, heldur enn at halda seg edrú. Alkotestarar kunnu tí geva eina falska trygd. Promillan kann vera á veg upp, tá tú tekur testina, og kann tí vera hægri, enn tá tú tókst hana. Ivast tú, um promillan er ov høg, so lat bilin standa – eisini dagin eftir.

Leskiligir drykkir uttan alkohol

Avtala áðrenn veitsluna, hvør koyrir heimaftur. Og syrg fyri leskiligum alkoholfríum alternativum. Tá ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur.

Saman við Bláa Krossi Føroya og Gutta Winther, hava vit gjørt nakrar leskiligar uppskriftir til drykkir uttan alkohol, sum tú kanst gera heima við hús.