Sýrutripp

- ársins kokkteylur uttan alkohol 2020

 

Uppskrift til 8 smá gløs

Hetta skalt tú brúka:

  • Tveir koppar av sýrum

  • Tveir koppar av vatni

  • Ein koppur av flormelis

  • Ein lime

  • 0,5 l av brúsvatni

  • Ísterningar

Soleiðis gert tú:

  1. Blenda sýrurnar við vatni og flormelis til sevjan er knall grøn – uml. 90 sek. í einum góðum blendara.

  2. Síla sevjuna ígjøgnum eina fína sílu og smakka til við saftini frá eini lime.

  3. Fyll gløsini við ísterningum og fyll gott hálvt upp við sevjuni og toppa so við brúsvatni.

Tað er sýrutripp!

Skál og gott summar! 

Forrige
Forrige

Espressoskeyk

Næste
Næste

Heilt appilsinfríur