Børn í bili

Øll skulu vera íbundin    

Lógin sigur, at øll í bilinum skulu vera íbundin.  Sum bilførari hevur tú ábyrgd av, at børn undir 15 ár eru rætt íbundin. Og børn undir 135 cm skulu vera íbundin í góðkendari trygdarútgerð, sum hóskar til vekt og hædd.

Klipp í koyrikortið

Tú fært klipp í koyrikortið, um

  • børn undir 15 ár ikki eru íbundin

  • børn undir 135 cm ikki eru íbundin í góðkendari trygdarútgerð, sum hóskar til vekt og hædd.

Børn undir 3 ár mugu als ikki vera í bili, um trygdarútgerð, tillagað til vekt og hædd, ikki er í bilinum.

Tilráðingar

Pinkustólur: 0-13 kg (uml. 0-1 ár)

Barnastólur: 9-18 kg (uml. 9 mðr.-4 ár)

Bilpúta við stólabaki: 15-36 kg (úr uml. 4 árum)

Vaksin skulu sjálvandi eisini altíð sita íbundin.

Stoytkoddi (airbag) og børn

Børn og stoytkoddar hoyra ikki saman. Børn skulu vera í minsta lagi 140 cm fyri at sita við ein virknan stoytkodda.

Stoytkoddin er gjørdur til at verja vaksin, og hann verður sendur út við í minsta lagi 300 km/t í samanstoyti. Børn kunnu fáa stóran skaða av stoytkoddanum, og tað hjálpir ikki at seta barnið hægri við barnastóli ella bilpútu, tí megin er hin sama.

Børn undir 140 cm

Vit mæla frá, at børn undir 140 cm sita við stoytkodda, sama hvønn veg bilstólurin vendir, og tey mugu ongantíð sita í bakvendum bilstóli við ein virknan stoytkodda. Tað er bæði ólógligt og lívshættisligt.

Síðustoytkoddar

Síðustoytkoddar eru vandaleysir fyri børn, sum eru rætt íbundin. Hvørki børn ella vaksin eiga tó at hvíla høvdið móti hurðini, um síðustoytkoddar eru.

Kobla stoytkodda frá

Í summum bilum kanst tú kobla stoytkoddan frá við einum lykli. Í øðrum skal tað gerast á góðkendum bilverkstaði. Í leiðbeiningarbókini til bilin sært tú, hvussu tú bert teg at.

 

Bilstólar

Trygdarútgerðin í bilinum skal altíð hóska til aldur og vekt hjá barninum:

Pinkustólur - 0-13 KG (0-1 ÁR)

Bakvendur pinkustólur er tryggasta loysnin. Við bakvendum pinkustóli minkar tú munandi um vandan fyri skaða á háls og nakka á barninum, um bilurin er fyri frontalum samanstoyti.

Stødd og vekt

Barnið kann sita í pinkustóli, frá at tað er nýføtt. Les nýtsluvegleiðingina væl og virðiliga fyri at tryggja tær, at bæði barn og pinkustólur eru rætt spent. Barnið er vaksið úr pinkustólinum, tá høvdið kemur upp um kantin á stólinum, ella tá barnið vigar meira enn hámarkið, sum er merkt á stólinum. Hetta er vanliga, tá barnið er millum 8 og 13 mánaðir.

Isofix

Pinkustólurin kann spennast fastur við isofix-festi ella við trygdarbeltinum. Hevur bilurin isofix-festi, verður mælt til at nýta isofix-pinkustól, tí vandin fyri skeivari ísetan er minni.

Boxetta ella lyftnet

Tað eru eisini tvær aðrar góðkendar loysnir: Boxettan er eitt slag av pinkubarnalyftu við beltum, og lyftnet er til at spenna lyftina fasta. Men hvørgin teirra er eins trygg og pinkustólurin, m.a. tí at barnið liggur tvørt av ferðslukósini. Tí mæla vit til til at bara nýta hesar loysnir, um børnini hava serligan tørv, sum ger, at tey ikki kunnu nýta pinkustól, t.d. børn, sum eru fødd ov tíðliga. Tú kanst tosa við læknan ella heilsusystrina, um tú ivast.

Stoytkoddin skal vera óvirkin

Set ongantíð pinkubørn framman fyri ein virknan stoytkodda. Tað er ólógligt og kann vera lívshættisligt.

Tilráðingar

Keyp einans góðkenda útgerð og vel ein handil, har tú fært góða ráðgeving. Tak barn og bil við, so handilsfólkini kunnu vísa tær, hvussu tú brúkar útgerðina.

Barnastólur - 9-18 KG (9 MÐR.-4 ÁR)

Tá ið barnið er vorðið ov stórt til pinkustólin, skal tað brúka barnastól. Barnastólar eru at fáa framvendir og bakvendir.

Framvendur ella bakvendur

Vit mæla til at brúka bakvendan barnastól, til barnið er 3-4 ár. Bakvendur barnastólur er tryggari, tí barnið situr við bakinum frameftir. Vandin fyri skaða á háls og nakka minkar munandi við bakvendum barnastóli, um bilurin er fyri frontalum samanstoyti. Ein slíkur tekur eitt sindur meira pláss enn ein framvendur, men tað ber til í flestøllum bilum.

Les meira um bakvendan bilstól niðanfyri.

Isofix

Barnastólurin kann spennast fastur við isofix-festi ella við trygdarbeltinum. Hevur bilurin isofix-festi, mæla vit til at nýta isofix-barnastól, tí vandin fyri skeivari ísetan er minni.

Tað er bannað at hava eitt barn í bakvendum bilstóli framman fyri ein virknan stoytkodda. Situr barnið í framvendum barnastóli, mæla vit frá stoytkodda.

Tilráðingar

Kanningar vísa, at í meira enn triðja hvørjum føri er annaðhvørt bilstólur skeivt festur ella barnið skeivt íbundið. Les altíð nýtsluleiðbeiningina til bilstólin. Allir bilstólar kunnu ikki nýtast í øllum bilum, og bilstólarnir eru ofta bara góðkendir til ávís pláss í bilinum. Tí mást tú altíð tryggja tær, at bilstólurin hóskar til bilin.

Bilpúta við stólabaki - 15-36 KG (ÚR 4 ÁRUM)

Í 3-4 ára aldri eru børn flest vaksin úr barnastólinum, og tá er tíð at skifta til bilpútu við stólabaki. Bilpútan er ein hørð púta, sum lyftir barnið upp, soleiðis at trygdarbeltið liggur rætt um herðarnar og um mjadnarnar. Stólabakið verjir høvdið á barninum sum ein nakkastuðul og stuðlar høvdinum væl, um barnið sovnar. Stólabakið gevur harumframt síðuvernd.

Brúka bilpútu við stólabaki, til barnið er í minsta lagi 135 cm. Tá kann barnið nýta vanligt trygdarbelti, men vit mæla tó til at nýta bilpútu, til barnið er 150 cm høgt ella vigar 36 kg, um barnið situr betur á bilpútu enn uttan.

Hygg at filmi um trygga íbinding av børnum uml. 4-10 ár niðanfyri.

Bilpúta bert í trípunktsbelti

Bilpúta kann bert nýtast á setri við vanligum trygdarbelti (trípunktsbelti). Tað er ólógligt at nýta bilpútu saman við mjadnabelti (tveypunktsbelti).

Bilpútur eru eisini at fáa við isofix-festi. Hevur bilurin isofix-festi, mæla vit til at nýta eina isofix-bilpútu.

Tilráðingar

Trygdarbeltið skal vera stramt og liggja gjøgnum beltistýrið við økslina og undir smáu ørmunum á bilpútuni, sum halda trygdarbeltinum niður móti mjadnunum. Liggur trygdarbeltið tvørtur um búkin, er vandi fyri álvarsligum skaða á gøgn.

Børn yvir 135 cm

Tá barnið er 135 cm, hevur tað loyvi at nýta vanligt trygdarbelti, men mælt verður til at halda fram at nýta bilpútu við stólabaki, til barnið er 150 cm høgt ella vigar 36 kg, um barnið situr betri á bilpútu enn uttan. Skift bara til bilpútu uttan stólabak, um barnið er ov høgt til stólabakið, t.e., um høvdið fer upp um kantin.

Børn á framsetrinum

Einki lógarásett aldursmark er fyri, nær børn kunnu sita á framsetrinum, men vit mæla til, at børn eru í minsta lagi 140 cm og kunnu nýta vanligt trygdarbelti fyri at sita á framsetrinum við ein virknan stoytkodda. Vit mæla eisini til at draga stólin heilt aftur, so at frástøðan til stoytkoddan er stór.

Tilráðing

Lat ongantíð barnið smoyggja skákbeltið undir armin ella aftur um bak. Tað kann vera lívshættisligt í samanstoyti.

 

Bakvendur bilstólur

Tað tryggasta fyri børn er at sita í einum bakvendum bilstóli. Tí eiga børn at sita í bakvendum bilstóli sum longst – helst til tey eru 4 ár.

Smábørn hava lutfalsliga stórt og tungt høvd í mun til restina av kroppinum – uml. 25 % í mun til 16 % hjá einum 6 ára gomlum. Eisini eru vøddar og beinagrind minni ment.

Í bakvendum bilstóli

Tá barnið situr í bakvendum bilstóli, verða kroppur og høvd trýst ímóti stólabakinum í einum frontalum samanstoyti. Megin frá samanstoytinum verður javnað út á ein størri flata, so trýstið verður minni. Høvd og nakki fáa lítlan og ongan baksláttur.

Í framvendum bilstóli

Tá barnið situr í framvendum bilstóli, verður rørslan í nakka og høvdi stór í frontalum samanstoyti, tí høvdið verður slongt fram, samstundis sum trygdarbeltið heldur kroppinum føstum í bilstólinum. Nakkavøddarnir kunnu toyggjast so mikið, at barnið fær varandi mein. Barnið fær eisini ein harðan baksláttur við nýggjum trýsti á nakka og høvd.

Talvan niðanfyri vísir, hvørja skaðafyribyrgjandi ávirkan ymsu loysnirnar við trygdarbelti hava sammett við at sita óbundin.

Ávirkan við ymsum trygdarskipanum

Bakvendur bilstólur 90-95 % Framvendur bilstólur/bilpúta 50-60 % Trygdarbelti (einsamalt) hjá børnum undir 10 ár 20-30 % Trygdarbelti hjá vaksnum 50-60 %

Kobla stoytkoddan frá

Tað er ólógligt og lívshættisligt at hava ein bakvendan bilstól við ein virknan stoytkodda. Tí skal stoytkoddin altíð vera koblaður frá, um ein bakvendur bilstólur stendur á einum setri við stoytkodda. Kann stoytkoddin ikki koblast frá, skal bakvendi bilstólurin á baksetrið.

 ISOFIX

Isofix er ein serstøk skipan, har tú spennir bilstólin í bilin uttan trygdarbelti. Heldur enn at spenna bilstólin fastan við trygdarbeltinum, kanst tú við isofix klikkja stólin í tvey metallfesti, sum eru fjald millum stólabakið og setrið. Harumframt hevur isofix-bilstólurin ofta eitt triðja stuðulspunkt – vanliga eitt stuðulsbein, sum stuðlar niður á gólvið í bilinum. Framvendir isofix-bilstólar skulu ofta festast við einum stroppi (tether) aftur um stólaryggin.

Bilstólar fáast bæði við og uttan isofix. Nýggir bilar hava flestallir isofix, og vit mæla til at nýta isofix-bilstól, um bilurin hevur hesa skipan. Isofix-bilstólar eru lættir at festa.

 

Góðkenningar

Bilstólar skulu í Føroyum hava eina europeiska góðkenning, t.e. eina E-góðkenning við ECE 44-03, ECE 44-04 ella i-Size.

Fyri fastmonteraðar bilstólar eitur góðkenningin ECE (R) 44-05. E-ið kann eisini verða skrivað sum eitt lítið e. Finn E-merkið og tryggja tær, at tvey tey fystu tølini undir/aftan á E-merkið eru 03, 04 ella 05; ella at stólurin er merktur við i-Size, sum er nýggj bilstólagóðkenning. Hevur stólurin ikki góðkenningarmerki, eigur tú ikki at nýta hann.

Bilstólur og bilur skulu hóska saman

Legg til merkis, at allir bilstólar ikki kunnu nýtast í øllum bilum, og bilstólarnir eru ofta bara góðkendir til ávís pláss í bilinum. Tí mást tú tryggja tær, at bilstólur og bilur hóska saman. Spyr sølufólkið um hetta.

Spenn bilstól og barn rætt

Ein góðkenning av trygdarútgerð hevur bara virði, um útgerðin verður brúkt rætt. Kanningar vísa, at meira enn helmingurin av øllum bilstólum eru skeivt festir. Tí mást tú altíð lesa nýtsluleiðbeiningina.

 

i-Size

1. okt. 2013 varð nýggja góðkenningin, i-Size, sett í gildi. i-Size virkar saman við verandi góðkenningum. Bilstólar við góðkenningunum ECE 44-03 og ECE 44-04 fáast enn til keyps og eru enn lógligir. Neyðugt er einamest at geva sær far um i-Size-bilstólar, um tú júst hevur keypt ella ætlar at keypa nýggjan bil. Tá kann vera skilagott at kanna, um isofix-festini í bilinum kunnu nýtast til i-Size. Allir bilstólar við i-Size-góðkenning hóska til øll bilsetur við i-Size-góðkenning.

Hvat er i-Size?

i-Size er ein nýggjur standardur til góðkenning av trygdarútgerð til børn í bilum. Hon fevnir bara um bilstólar við isofix-festum. Við i-Size-góðkenning er bøtt um trygdina:

  • Minni vandi fyri skeivari ísetan orsakað av isofix-festum.
  • Børnini skulu sita í bakvendum bilstóli, til tey eru í minsta lagi 15 mánaðir.
  • Bilstólurin stendur seg væl í royndum við samanstoyti frá síðuni og verjir sostatt høvdið á barninum betur.

Enn eru ikki so nógvir i-Size-bilstólar at fáa, men teir fara at koma, so hvørt fleiri nýggir bilar koma á marknaðin, og framleiðarar fáa góðkent fleiri bilstólar eftir nýggja standardi. Enn ber til at keypa og nýta bilstólar við ECE 44-03 og ECE 44-04. Ætlanin er tó, at i-Size einaferð fer at loysa verandi góðkenning.

 

Spurningar og svar um i-Size:

Vit hava ein bilstól, sum er merktur við ECE 44-03 ella 44-04. Er hann lógligur?

Ja, hann er framvegis lógligur, og tit kunnu halda fram at nýta hann.

Vit skulu keypa nýggjan bil. Hvørjum skulu vit hyggja at?

Spyr á bilasøluni, um setur eru í bilinum, sum eru góðkend til i-Size-bilstólar. Tað er ein fyrimunur, um so er, tí so kunnu tit brúka allar bilstólar við i-Size-góðkenning framyvir. Tit kunnu eisini brúka bilstólar, sum eru merktir við ECE 44-04 ella 44-03 á setrum við i-Size-góðkenning.

Vit hava isofix-festi í bilinum. Kunnu vit brúka i-Size-bilstól?

Kanska. Tað veldst um, um pláss er fyri honum. i-Size-bilstólar fylla ofta eitt sindur meira, so kannið, at tað er pláss, áðrenn tit keypa hann.

Hvørjar støddir eru av i-Size-bilstólum?

Ein i-Size-bilstólur kann verða góðkendur innan fyri hæddarmørk, sum framleiðarin sjálvur ásetir og søkir góðkenning til. Ein i-Size-bilstólur kann t.d. verða góðkendur til børn millum 40-70 cm og í mesta lagi 24 kg.

Hvussu sær i-Size-góðkenningin út?

Tú skalt leita eftir hesum frámerkinum:

i-size

Frámerkið skal vera á sjálvum bilstólinum og í nýtsluvegleiðingini til bilin. Har skal eisini verða ásett, hvussu høgt barnið skal vera, og hvussu nógv barnið í mesta lagi kann viga.

Eru i-Size-bilstólar tryggari enn aðrir bilstólar?

i-Size-bilstólar eru góðkendir út frá hægri trygdarkrøvum enn ECE 44-03 eller ECE 44-04. Kravt er t.d., at bilstólarnir skulu verða kannaðir fyri samanstoyt frá síðuni, og at pinkubilstólar skulu vera nóg stórir, til at børn kunnu sita bakvent, til tey eru í minsta lagi 15 mánaðir. Talan er í báðum førum um herda trygd. Hetta merkir tó ikki, at verandi bilstólar eru vandamiklir ella ótryggir.

Hvar kann eg keypa bilstólar við i-Size-góðkenning?

Enn eru ikki so nógvir i-Size-bilstólar komnir á marknaðin. Spyr á sølustøðunum.

Hví verður tað rópt i-Size?

I-ið í i-Size stendur fyri integral, sum merkir, at barnið verður spent við einum trygdarbelti, sum er sameint (integrerað) við sjálvan bilstólin og ikki við trygdarbeltið í bilinum. “Size” vísir á, at tað er hæddin á barninum, sum ger av røttu støddina á bilstólinum.

Ber til at brúka bilstól við i-Size-góðkenning í einum bili, sum ikki hevur isofix-festi?

Nei, i-Size-bilstólar kunnu bert nýtast í bilum við isofix-festum.

Brúktur bilstólur

Livitíðin hjá einum bilstóli er uml. 10 ár.

Brúktur bilstólur

Keypir tú brúktan bilstól, mást tú kanna, um stólurin er heilur. Tak klæðið av stólinum og hygg eftir skaðum á plastlutum og belti. Eru rivur ella tekin um slit, skal bilstólurin koyrast burtur. Kanna eisini, um bilstólurin hevur røttu góðkenningina.

Kanna framleiðsludag

Framleiðsludagurin hjá bilstólinum sæst á einum klistrimerki ella stempli niðast við. Á eldri bilstólum er ofta einki frámerki við framleiðsludegi, tí hetta hevur ikki altíð verið lógarkrav.

Minst til nýtsluvegleiðingina

Tryggja tær, tá tú keypir brúktan bilstól, at nýtsluvegleiðingin er við, so tú kanst festa stólin á rættan hátt.

Bilstólur í ferðsluóhappi

Hevur ein bilstólur verið í einum ferðsluóhappi, eigur hann at verða koyrdur burtur, eisini hóast eingin sjónligur skaði er.

Tá tú keypir bilstól

Bilstólurin má hóska til einstaka barnið og júst tín bil. Tí mæla vit til at hava bæði barnið og bilin við, tá tú keypir nýggjan bilstól. Roynið ymsar bilstólar fyri at finna tann, sum hóskar best.

Krøv til bilstólin

  • Barnið skal sita væl.
  • Vektin hjá barninum skal hóska til bilstólin.
  • Trygdarbeltið í stólinum skal sita rætt.
  • Høvdið á barninum má ikki koma upp um kantin á stólinum

Keyp bilstól har, tú fært ráðgeving

Vit mæla til at keypa bilstól, har tú fært góða ráðgeving. Hav í huga, at bíligastu bilstólarnir ofta ikki veita eins góða verju sum teir dýraru. Tað kemst av, at teir vanliga ikki eru kannaðir fyri trygd í síðusamanstoyti. Talan er ikki um lógarkrav, men kann vera skilagott at hava í huga, tá tú velur ein bilstól.

Á ferð við stovninum

Tá børn á stovni ella í dagrøkt skulu flytast í bilum, galda somu reglur, sum tá koyrt verður í privatbili. Summir stovnar hava kortini onga útgerð, og ein møguleiki er tí, at foreldrini sjálvi fáa útgerð til vega.

rff_børnvestar_061_minkað.jpg

Í bussi

Bussar, sum eru skrásettir síðani 1999, skulu hava trygdarbelti á øllum setrum, býarbussar tó undantiknir. Meginreglan er henda: eru trygdarbelti í bussinum, skalt tú sita íbundin. Tá stovnurin fer túr við bussi, skulu børn úr trimum árum vera íbundin, um trygdarbelti eru. Vit mæla til, at stovnar og skúlar einans brúka bussar við vanligum trípunktsbelti.

Børnini eru tryggast, um tey sita íbundin aldurssvarandi trygdarútgerð. Næstan eingin trygdarútgerð til børn er góðkend til mjadnabelti, so tí er gott at kanna, at bussurin hevur trípunktsbelti. Børnini mugu ikki smoyggja skákbeltið undir armin ella aftur um bak, tí hetta kann vera lívshættisligt í samanstoyti.

Í hýruvogni

Fara tit við hýruvogni, kunnu tit avtala við hýruvognsfelagið um at hava tøkar barnastólar og bilpútur. Annars kunnu børnini hava sína egnu útgerð.

Er góðkend útgerð tøk til børn undir 3 ár, skal hon nýtast. Børn eldri enn 3 ár skulu spennast við vanligum trygdarbelti á baksetrinum ella við serútgerð. Í hýruvogni, eins og í øðrum bilum, má bara ein persónur sita á hvørjum setri. Tá tú bíleggur hýruvogn, kanst tú spyrja, um tey hava barnaútgerð til túrin.

Uttanlands við børnum í bili

Tá tit leiga bil uttanlands, eiga tit at kanna, hvørjar reglur eru galdandi fyri børn í bili í landinum, tit vitja. Í nógvum europeiskum londum líkjast reglurnar nógv okkara, men summi frávik kunnu vera.

Danski brúkarafelagsskapurin, FDM, hevur eitt yvirlit, sum vísir, hvørjar reglur galda fyri børn í bili ymsastaðni í heiminum:

fdm.dk

 

Soleiðis spennir tú barnið

Spenn stólin fastan

Tá tú spennir bilstólin við vanligum trygdarbelti, skalt tú minnast til at spenna stólin heilt fastan. Bilstólar eru ymiskir, so hygg í nýtsluleiðbeiningina fyri at vita, hvussu tú eigur at gera. Ansa eftir, at trygdarbeltið er stramt og liggur rætt gjøgnum spenni o.s.fr.

Trygdarbeltið skal sita rætt á bilpútuni

Hevur tú eitt stórt barn, sum dugir at binda seg sjálvt, so lær tað at leggja trygdarbeltið undir beltistýrið (smáu armarnar) báðumeðna bilpútuna og at stramma trygdarbeltið. Kannið, at barnið hevur bundið seg rætt, áðrenn tit koyra.

 
rff_elias_027 copy.jpg

Skeivt

Trygdarbeltið liggur omaná beltistýrinum.

rff_elias_022 copy.jpg

Rætt

Trygdarbeltið liggur undir beltistýrinum.

 

 Stramma trygdarbeltið

Trygdarbeltið má ikki sita ov leyst, men skal vera so stramt, at tú fært eina flata hond millum beltið og barnið. Um trygdarbeltið ikki er nóg stramt, er vandi fyri, at beltið ikki megnar at halda barninum í óhappi. Snúður má ikki vera í trygdarbeltinum.

 
rff_elias_039 copy.jpg

Skeivt

Snúður er á trygdarbeltinum.

rff_elias_033 copy.jpg

Rætt

Trygdarbeltið liggur flatt og stramt.

 
 
rff_elias_096 copy.jpg

Skeivt

Trygdarbeltið er alt ov leyst.

rff_elias_106 copy.jpg

Skeivt

Snúður er á trygdarbeltinum.

rff_elias_060 copy.jpg

Rætt

Trygdarbeltið er strammað so mikið, at ein fløt hond sleppur millum beltið og barnið.

 

 Skákbeltið skal sita rætt

Skákbeltið skal liggja tvørtur um herðarnar øðru megin. Nógv børn sita við skákbeltinum undir arminum ella aftan fyri bak, men tað er bæði ólógligt og vandamikið.

rff_elias_044 copy.jpg

Skeivt

Skákbeltið liggur undir arminum. Hetta kann vera lívshættisligt, tí skákbeltið kann oyðileggja gøgn í einum samanstoyti.

Skeivt

Skákbeltið liggur aftan fyri bakið. Yvirkroppurin á barninum verður ikki hildin aftur í samanstoyti.

rff_elias_033 copy.jpg

Rætt

Skákbeltið liggur framman fyri barnið og tvørtur um herðarnar øðrumegin.

 

At koyra børnini í skúla

Tað er altíð nógv ferðsla á morgni, og vegurin við skúlan er ofta ikki gjørdur til nógva ferðslu. Vís tí fyrilit fyri øðrum í ferðsluni kring skúlan.

  • Fylg ásetingunum hjá skúlanum um parkering, og hvar børnini kunnu verða sett av.

  • Lær barnið at fara úr bilinum tí megin, sum vendir ímóti gongubreytini.

  • Minst altíð til trygdarbeltið – hjá øllum í bilinum. Eisini hóast teinurin er stuttur.

Børn lægri enn 140 cm eiga ikki at sita við stoytkodda. Hann er gjørdur til at verja vaksin, og hann verður sendur út við í minsta lagi 300 km/t í einum samanstoyti. Børn kunnu fáa álvarslig mein av hesum.

Lógarkrav

Lógin sigur, at børn skulu sita á bilpútu ella bilpútu við stólabaki, til tey eru 135 cm. Tú fært klipp í koyrikortið, sita børn undir 15 ár ikki íbundin, ella um børn undir 135 cm ikki eru íbundin við góðkendari trygdarútgerð, sum hóskar til longd og vekt á barninum.

Pinkubørn í ferðsluni

forsida_pinkuborn_i_ferdsluni.png

Nýggj foreldur hava ofta spurningar um trygdina hjá børnum í ferðsluni.

Í faldaranum 'Pinkubørn í ferðsluni' hava vit savnað tey týdningarmestu ráðini um, hvussu tit koma trygt fram tað fyrsta árið: í bili, til gongu, í bussi og á súkklu.

Góðan túr í ferðsluni!