Halt hámarksferðina, ókey?

Fyri tína egnu skuld og fyri tíni nærmastu

Ráðið fyri Ferðslutrygd, Trygd, Betri trygging og Landsverk samstarva um átak við boðskapinum um at halda hámarksferðina. 

Tú kennir tað helst væl. Tú hevur skund. Skalt bara líka eitt ørindi, náa ein fund, barnagarðurin letur skjótt aftur, ella okkurt annað, sum ger, at tú loyvir tær at trýsta eitt lítið sindur harðari á spitaran. Bara eitt sindur skjótari enn loyvt. Øll hini gera tað eisini. Tað hevur ikki so stóran týdning. Ikki rættiliga. Bara 10km/t skjótari? 

Í gerandisdegnum merkja vit ikki so nógv til avleiðingarnar av ov nógvari ferð. Tú merkir ikki veruligu megina, fyrr enn óhappið hendir. Flestu okkara koyra í bilum, sum eru so tryggir, væl bjálvaðir og við stórum motori, at tú merkir næstan ikki á bilinum, um ferðin verður ov høg.

Men ert tú fyri óhappi, tástaðni merkir tú munin á 80 km/t og 90 km/t. Tað kann verða munurin á lívi og deyða. Og tað kann broyta alt. Hjá tær – ella tínum nærmastu. 

- Ov nógv ferð er orsøk til 50% av øllum deyðsvanlukkum.

- Sjálvt smáu ferðøkingarnar hava stóra ávirkan.

- Í 62% av øllum deyðsvanlukkum á donskum vegum, við mest loyvdu ferð á 80km/t, koyrdu bilførararnir minni enn 20 km/t ov skjótt (tølini eru frá 2015). 

- Koyrir tú 95 km/t og noyðist at bráðsteðga, hevur tín bilur framvegis eina ferð á 62,5 km/t, tá bilurin, sum koyrdi 80 km/t stendur stillur!  

- Koyrir tú 93 km/t í staðin fyri mest loyvdu 80 km/t, tvífaldast vandin fyri at doyggja í einum frontalum samanstoyti.

(Kelda: Rådet for Sikker Trafik)

Nýggjur átaksfilmur og vegamerkingar á landsvegnum

Kjarnan í átakinum er filmurin ’Halt hámarksferðina, ókey?’

Boðskapurin snýr seg um tað, sum hendir uttanum tann, ið velur at bróta hámarksferðina. Tí tað er ikki bert tann, sum hevur fótin á spitaranum, sum skal taka avleiðingarnar av síni avgerð. Tað eru hini í bilinum. Tann, sum verður árendur. Tey, sum koma á staðið og skulu veita fyrstuhjálp. Bera boð til avvarandi. Og ikki minst tann, ella tey, sum sita eftir og skulu liva við missinum. 

Ein ferðsluvanlukka rakar ikki bara teg. Hon rakar familju, vinir, starvsfelagar og øll onnur uttanum teg. 

Við hesi vitanini velur tú sjálvsagt at halda hámarksferðina, ókey?

Á útvaldum teinum í landinum fer Landsverk at mála hámarksferðina á vegin. Hetta verður á teinum uttanfyri bygt øki, har mest loyvda ferð er 80 km/t, og har vit vita, at tað verður koyrt alt ov skjótt. 

Við at bilførarin møtir áminningini um hámarksferðina so ítøkiliga í koyristøðuni, meðan hann hevur fótin á spitaranum, vóna vit, at fólk í størri mun virða hámarksferðina - og halda hana. Fyri sína egnu skuld og fyri teirra nærmastu.

Ov nógv ferð verður í alt ov stóran mun góðtikið.

Í spildurnýggjari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, svara einans 37% at tey koyra 80 km/t ella lægri á vegum, har mest loyvda ferð er 80 km/t. 

64% siga seg ofta/altíð, ella av og á koyra ov skjótt. Til samanberingar siga færri enn 2% tað sama um rúsdrekkakoyring. 

Tá fólk verða spurd um hugburðin til ferð, meta heili 51%, at tað verður góðtikið millum bilførarar í Føroyum at koyra ov skjótt. 

Men meðan fólk í stóran mun siga seg koyra ov skjótt, og meta at tað verður góðtikið millum føroyingar, so vita vit at ov nógv ferð er nógv størsta orsøk til skaðar í ferðsluni. Og tá álvarslig ferðsluóhapp henda, er ov nógv ferð aloftast ein av orsøkunum til óhappið, ella hvussu álvarsligar avleiðingarnar verða.

Heili 52% meta eisini at ov nógv ferð er størsti skaðafaktorur í ferðsluni. Hetta verður mett hægri enn bæði gáloysni og rúsdrekka, sæst í kanningini. 

Átakið byrjar 30. september og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger ferðkanningar meðan átakið er.

Halt hámarksferðina, ókey?

Forrige
Forrige

Lýsa perurnar?

Næste
Næste

Halt hámarksferðina – áðrenn tað er ov seint