Til foreldur

Børn og ferðsla er ein samanseting, sum kann elva til mikið høvuðbrýggj hjá foreldrum. Tað kann bæði vera, tá børnini eru smá og hava hug at ganga sjálvi úti á vegnum og spæla, men eisini foreldur at tannáringum hava stundum svøvnleysar nætur av ótta fyri vandunum í ferðsluni.


Niðanfyri kanst tú lesa nærri um ymiskt, ið er viðkomandi fyri foreldur.

DSCF5648-copy.jpg

Børn í bilinum og í ferðsluni

Al um hvussu tú kanst tryggja tær at barn títt er rætt íbundið, nær tað gerst í lagi at brúka stoydikoddar og annað hent at vita um børn í bili.

Ferðsla og skúlabyrjan

Tað er stórur dagur, tá ið barnið fer í skúla. Nýggjur heimur letur seg upp, og avbjóðingarnar verða fleiri. Ein avbjóðingin er skúlaleiðin. Skal barnið verða koyrt í skúla, skal tað ganga ella fara við bussi? Sama, hvat ið hóvar tykkum best, hevur tað stóran týdning, at barnið longu á ungum árum lærir at bera seg at í ferðsluni á skilagóðan hátt og kennir seg trygt á veg í skúla og til húsar aftur.

Hvat dugir barnið?

Ymiskt er, hvussu barn um 6-7 ára aldur klárar seg í ferðsluni. Tað veldst um, hvussu búgvið barnið er, og hvussu nógv tað veit um ferðslu. Tó eru fleiri felagsnevnarar:

  • Tey duga illa at meta fjarstøðu og ferð
  • Tey síggja støður frá sínum sjónarhorni og duga illa at síggja støður úr fleiri sjónarhornum
  • Tey hava ilt við at meta um tað, ið fer at henda, og síggja eina vandastøðu, ið kann taka seg upp
  • Tey síggja smálutir, men fata ikki altíð heildina
  • Tey gera ofta skjótt av og gloyma at hyggja rundan um seg
  • Tey vænta, at vaksin altíð halda ferðslureglurnar

Sostatt tørvar børnum hjálp og venjing, so tey kunnu fara í skúla trygg og sjálvbjargin.

Tummilsregla: Børn megna nústani at ganga einsamøll í ferðsluni um 8-10 ára aldur alt eftir nærumhvørvi, og hvussu búgvin tey eru.

Á veg í skúla:

Næste
Næste

Til barnagarðar