Til skúlar

Tá barnið fer í skúla, byrjar ein nýggjur kapittul. Við økta frælsinum fylgja eisini nýggjar avbjóðingar. Børn eru ymisk. Men børn flest eru bráðlynt og smá á vøkstri. Tí er umráðandi, at bæði foreldur og skúli eru saman um at skipa fyri, at barnið lærir um rættan atburð í ferðsluni.

Niðanfyri kanst tú lesa nærri um ymiskt, ið er viðkomandi fyri skúlar.

snar@2x.jpg

Undirvísingartilfar

Á sumri 2014 varð nýtt undirvísingartilfar í ferðslulæru lagt fram, og er tað tøkt á undirvísingarportalinum hjá Námi, www.snar.fo/ferdsla. Talan er um talgilt tilfar til øll floksstig.

 
 

Undirvísingartilfarið er úrslit av eini verkætlan hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar. Talan er um nýframleitt, føroyskt tilfar umframt týtt og tillagað tilfar frá danska Sikker Trafik og í ávísan mun norska Trygg Trafikk.

Ferðsla er kravt undirvísingarevni í føroyska fólkaskúlanum.

Ferðsla og skúlabyrjan

Tað er stórur dagur, tá ið barnið fer í skúla. Nýggjur heimur letur seg upp, og avbjóðingarnar verða fleiri. Ein avbjóðingin er skúlaleiðin. Skal barnið verða koyrt í skúla, skal tað ganga ella fara við bussi? Sama, hvat ið hóvar tykkum best, hevur tað stóran týdning, at barnið longu á ungum árum lærir at bera seg at í ferðsluni á skilagóðan hátt og kennir seg trygt á veg í skúla og til húsar aftur.

Hvat dugir barnið?

Ymiskt er, hvussu barn um 6-7 ára aldur klárar seg í ferðsluni. Tað veldst um, hvussu búgvið barnið er, og hvussu nógv tað veit um ferðslu. Tó eru fleiri felagsnevnarar:

  • Tey duga illa at meta fjarstøðu og ferð
  • Tey síggja støður frá sínum sjónarhorni og duga illa at síggja støður úr fleiri sjónarhornum
  • Tey hava ilt við at meta um tað, ið fer at henda, og síggja eina vandastøðu, ið kann taka seg upp
  • Tey síggja smálutir, men fata ikki altíð heildina
  • Tey gera ofta skjótt av og gloyma at hyggja rundan um seg
  • Tey vænta, at vaksin altíð halda ferðslureglurnar

Sostatt tørvar børnum hjálp og venjing, so tey kunnu fara í skúla trygg og sjálvbjargin.

Á veg í skúla:

Forrige
Forrige

Til barnagarðar

Næste
Næste

Til ung